Ovaravegur í Leynum stongdur í tíðarbilum í morgin millum kl.13.00 og 17.00

Í sambandi við húsabygging verður órógv í ferðsluni á Ovaravaegi í Leynum mikudagin 03. juli frá kl.13.00 til 17.00. Ímeðan kranabilurin arbeiðir verður vegurin stongdur.

Skulin á Válinum

Bygdaráðið í Kvívíkar kommunu samtykti á fundi 24. juni 2019 uppskot um at broyta byggisamtyktina fyri matr. nr. 381 í Kvívík (Válur). Uppskotið til broytingina snýr seg um at broyta byggisamtyktina frá økið almenna tænastu til bústaðarøkið. Sambært korti dagfest 24.06.2019

Bygdaráðið í Kvívíkar kommunu samtykti á fundi 24. juni 2019 uppskot um at broyta byggisamtyktina fyri matr. nr. 55a í Kvívík (Leynar). 

Hesi størv eru leys at søkja:
• Heilsurøktari, brøk 0,8 til Dagdvøljuna í Vestmanna
• Heilsurøktari, brøk 0,8 til Heimið á Grønanesi og útiøkið Vestmanna/Kvívík
• Hjálparfólk, brøk 0,8 til Dagdvøljuna í Vestmanna
• Sjúkrarøktarfrøðingur, brøk 0,8 til Heimið á Grønanesi og útiøkið Vestmanna/Kvívík
• Reingerðarfólk, brøk 0,5 til Heimið á Grønanesi í Vestmanna
• Heilsurøktari, brøk 0,7 til Korndalsbýlið og útiøkið Eystur
• Heilsurøktari (farloyvisstarv), brøk 0,7 til Korndalsbýlið og útiøkið Eystur
• Heilsuhjálpari, brøk 0,7 til Korndalsbýlið og útiøkið Eystur

Seðlarnir frá grindini, sum legði beinini á Leynasandi í gjár, koma út klokkan 08.00 við Kommunuskrivstovuna í Kvívík.

 

17:00     Hitapottar

18:30     Ásbjørn Berthelsen, gyklar

Sambært løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um byggisamtykt og bygdaplan hevur Kvívíkar 

bygdaráð á fundi hin 23.05.2019 samtykt at broyta byggisamtyktina.

Sambært løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um byggisamtykt og bygdaplan hevur Kvívíkar 

bygdaráð á fundi hin 29.04.2019 samtykt at broyta byggisamtyktina.

Av tí at lítið av ruskið liggur í flýtur, ætla vit at víðka um ruddingardagin, við eisini at gera ein fríðkanardag. Byrja verður í Kvívík í ár. Vit fara at gera eina gøtu, frá skúlanum niðan til landsvegin, har sum gamla “neytageilin” var. Ætlanin er at rudda í bygdini 1 tíma og restin verður brúkt uppá gøtuna.

Umhvørvisstovan nýtir dronur at gera nýggj myndakort av øllum býum og bygdum í Føroyum.
Ætlanin er at flúgva omanfyri Kvívík, Stykki, Leynar, Skælingi í tíðarskeiðnum 13. maj til 14.juni 2019.

Tá kortlagt verður við dronum, flúgva hesar uml. 100 metrar uppi yvir lendinum og taka myndir beint niður. Myndirnar verða nýttar at gera myndakort, hæddarkurvar og onnur teknisk data. Flúgvingin er skjótt avgreidd - tað tekur vanliga frá 30 min. til 2 tímar at flúgva eina bygd.

Sambært løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um byggisamtykt og bygdaplan hevur Kvívíkar bygdaráð á fundi hin 29.04.2019 samtykt at broyta byggisamtyktina.

Mint verður á, at allir bøgarðar í Kvívíkar kommunu skulu vera í seyðahøgum standi innan 14. mai.

Í sambandi við grindina í Sandavági verða heimapartar til allar borgarar í kommununi tvs. í bygdunum, Válur, Kvívík, Stykkið, Leynar og Skælingi.
Heimapartarnir kunna heintast í dag 30.04.2019 frá kl. 12:00 til 16.00 Niðri í Urð í Kvívík

Kvívíkar kommuna



Komandi tríggjar vikurnar heitir Kvívíkar kommuna á bilførarar um at hugsavna seg um at koyra bil, tá teir koyra bil. Hetta gera vit í samstarvi við Ráðið fyri Ferðslutrygd, politiið og aðrar kommunur.

Útlendskar kanningar vísa, at gáloysni er partur av 3. hvørjari deyðsvanlukku í ferðsluni, og vit hava neyvan orsøk at halda, at tað er munandi øðrvísi í Føroyum.


Árliga framsýningin hjá kvøldskúlanæmingum verður í Kvívíkar skúla sunnudagin 7. apríl.
Framsýningin verður frá kl. 15:00 til 18:00
Sýnt verður fram ymiskt av tí, sum er gjørt í Kvívíkar kvøldskúla veturin 2018/2019.

Kvívíkar Kvøldskúli

Vegna tekniskar trupulleikar verða húsarhaldsposarnir ikki heintaðir í Vestmanna og á Válinum í dag, men í morgin, týsdagin 26. mars, ístaðin.

IRF

Søkt verður eftir frítíðaravloysarum í tíðarskeiðnum 1. juni til 31. august 2019

Talan er um størv innan fylgjandi fakbólkar:
• Sjúkrarøktarfrøðingar
• Heilsurøktarar
• Heilsuhjálparar
• Køks- og vaskifólk
Starvsøkið
• VEKS Eystur (Sunda- og Eiðis Kommuna)
• VEKS Vestur (Vestmanna- og Kvívíkar Kommuna)
Arbeitt verður í skiftandi vaktum og í vikuskiftum.

Kunngerð um broyting av byggisamtykt v.m. 

Sambært løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um byggisamtykt og bygdaplan hevur Kvívíkar
bygdaráð á fundi hin 14.03.2019 samtykt at broyta byggisamtyktina.

Broytingin fevnir um komandi Vinnu- og ídnaðarøki  Yviri á Heygum sambært kort:

Almenna byggisamtyktin saman við korti dagf. 04.03.2019 og vegleiðing um kæru liggur 
frammi á kommunuskrivstovuni til almenna eftirskoðan í tíðarskeiðinum frá 18.03.2019
til 09.04.2019.

IRF ber nýggjar posar út í viku 12.

Tvær ferðir árliga verða 28 gráir posar bornir út. Hetta strekkir til, at IRF heintar ein posa um vikuna, umframt at hvørt húski hevur tveir eykaposar til hvørt hálvár.

Tá 6 fólk ella fleiri eru í húskinum, hevur tú rætt til fleiri posar, og fært tú teir við at boða kommununi frá.

Manglar tú posar áðrenn viku 12, eru ov nógvir posar nýttir.

 

 

 

Søkt verður eftir frítíðaravloysarum í tíðarskeiðnum 1. juni til 31. august 2019

Talan er um størv innan fylgjandi fakbólkar:
• Sjúkrarøktarfrøðingar
• Heilsurøktarar
• Heilsuhjálparar
• Køks- og vaskifólk
Starvsøkið
• VEKS Eystur (Sunda- og Eiðis Kommuna)
• VEKS Vestur (Vestmanna- og Kvívíkar Kommuna)
Arbeitt verður í skiftandi vaktum og í vikuskiftum.

Við heimild í § 12, stk. 1 og 2  í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, sí eisini § 2 í kap. IV í góðkendu almennu byggisamtyktini fyri Kvívíkar kommunu, samtykti bygdaráðið tann 27.11.2018 at ognartaka umleið 14.730 m2 av lendi frá Ognarhaganum til útstykkingina Framm í Gerði, og øll møgulig  leigurættindi ella møgulig onnur rættindi, tinglýst sum ótinglýst, ið máttu veri tengd at ognartiknu ognunum.

(mynd Joen Jacob Andreasen)

Nú veturin er komin, og verðið versnar vil Kvívíkar kommuna heita á allar bátaeigarar, sum hava bátin liggjandi í bátahylinum á Válinum, um at kanna eftir, at báturin er væl bundin, og at allir endarnir eru strammir, so báturin ikki livir for nógv. Um ivamál eru kunnu tit altíð venda tykkum til kommununa.

 

Almennur fundur um framtíðar skúlasamstarv í framhaldsdeildini verður í Kvívíkar skúla mikudagin 14.11.2018 kl.18 til 19.00 

Kvívíkar kommuna arbeiðir við at tillaga ymsu tilboðini, so tey passa so væl til borgararnar sum møguligt.
Í hesum sambandi ynskir kommunan at hoyra borgararnar, hvussu teir meta at besta loysnin er, viðvíkjandi samstarvi um framhaldsdeild við aðrar kommunur.

Árligi felagsforeldrafundurin, ið skúlastýrið skipar fyri, verður í Kvívíkar skúla mikukvøldið 14. november 2018.

Kl. 19:00 verður byrjað við ársfrágreiðing hjá forkvinnuni í skúlastýrinum, Sunrit Niklasdóttir.

Kl. 19:20 Kaffi, the og kaka

Kl. 19:30 Hevur Katrin av Kák áhugaverdan fyrilestur um happing og trivnað. Katrin av Kák er námslektari á Fróðskaparsetri Føroya, har hon hevur arbeitt sera nógv við nýggjastu granskingini innan happing.

Fundurin er liðugur kl. 21:00.

Fundurin er almennur, og allir borgarir í Kvívíkar kommunu eru vælkomnir. Møtið fjølment!

Skúlastýrið í Kvívíkar skúla

Í ár hevur Kvívíkar kommuna arbeitt við at skifta gøtuljósini á Skælingi og á Válinum til ledljós. Tað eru fleiri fyrimunur við, at skifta til ledljós. Sparingin í el nýtsluni er stórur, tí ledljósini brúka munandi minni orku enn upprunaligu ljósini. Nýggju ljósini lýsa eisini væl betur. Kommunan hevur valt at skifta øll ljósini í einum á Skælingi og Válinum, so gøtuljósini eru eins. Stórur fyrimunur er at skifta í einum øki samstundis, tí hetta krevur munandi minni viðlíkahald.

Arbeiðið við at skifta ljósini er partur av strategiini hjá Kvívíkar kommunu, har fokus er at blíva meira umhvørvisvinarligt.

Heysti og fletting fyllir nógv í Kvívík. Tað eru nógv, sum hava seyð og ganga høgt uppí seyðahald. Fyri børnini hevur tað stóran týdning, at tey kenna mentanina tey vaksa upp í. Tískil fletti Heri Müller, borgarstjóri í Kvívík ein seyð uppi í Dagstovninum Áarlon. Børnini vóru ógvuliga forvitin, og hildu tað var áhugavert at síggja, hvussu alt fór fram. Mánadagin verður so borðreitt fyri børnunum við seyðunum, sum varð flettur.

Kommunnan arbeiðir støðugt við at menna heimasíðuni, so tað skal verða lættari hjá borgarunum at finna upplýsingar. Um tað er eitthvørt, ið væntar á heimasíðuni ella annað, ið kann verða við til at betra um heimasíðuna, eru tit altíð vælkomin at geva okkum eitt preið um hetta á This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.