Nú er verkætlanin "Víkingagarðurin í Kvívík" byrjað.



Hetta er ein stór verkætlan, sum tekur støði í gamla Víkingagarðinum, sum í Kvívík verður kallaður "Útgrevsturin niðri á Toft". Ætlanin er at byggja Víkingagarðin í fullari stødd, soleiðis sum hann var í Víkingatíðini. Poul Hansen í Havn, sum er stigtakarin til verkætlanina sigur, at hann er sera spentur at fara til verka í Kvívík.



Men tað skal nógv fyrireikingararbeiðið til eina tílíka verkætlan, og tí skal man eisini rokna við, at partar av arbeiðinum fara at taka tíð.

Í løtuni arbeiða handverkarar í Íslandi við at gera langhúsið klárt, og væntast tað liðugt um einar 14 dagar. Tað skal síðani flytast til Føroya. Handverkararnir hava staðið í læru hjá kenda serfrøðinginum Gunnar Bjarnasson, sum andaðist í september mánaða í 2014.

Tað er arbeiðstakarin Zakarias Jacobsen í Leynum, sum er byrjaður at grava vegin til Víkingagarðin, og innan leingi byrjar Jákup Andrias Joensen (jackie) uppá grótlaðingararbeiðið.

Vit í Kvívíkar kommunu eru sera fegin um verkætlanina, og vænta at ferðavinnan kemur at økjast í Norðurstreymoyar økinum, sigur Dánjal Petur Müller borgarstjóri.



Frammi í Gerði 1
FO-340 Kvívík

Tel.: +298 66 24 00
[email protected] 

Avgreiðslutíð:
Mánadag: 10-15
Hósdag: 13-15 

Borgarstjórin:
29 24 02

Kommunustjóri:
29 24 08

Arbeiðsformaðurin:
29 24 03

Bókhaldið:
29 24 04

Sløkkiliðsleiðarin:
29 24 05

Kommunulækni
í Vestmanna:
424003 

Kommunulækni við
Sjógv í Kollafirði:
302420

Bingjuplássið:
29 24 06

Skúlin:
66 24 20

Dagstovnurin:
66 24 10

Líkvognur:
77 01 67