Er rætt skrásett?

Í gjár mikukvøldið 07.12.2016 var kunnandi fundur um innangarðs útskiftingina, sum verður í Kvívík.

Á fundinum greiddu umboðini frá Umhvørvisstovuni frá, hvussu gongdin verður í málinum. Greitt varð frá, at í fyrstu atløgu skal arbeiði gerast, har jørðin neyvt skal skrásetast og eisini verður meting gjørd av hvussu góð jørðin er í teimum ymsu teigunum.

Umhvørvisstovan greiddi frá, at tað hevur stóran týdning, at eigararnir kanna eftir um rætta navnið er á matriklinum og somuleiðis um mørkini á kortinum eru røtt. Listar við nøvnum og korti eru á kommunuskrivstovuni og eru eigararnir vælkomin inn á gólvið, at eftirkanna um rætt er skrásett. Tilfarið liggur eisini á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni http://www.us.fo/Default.aspx?ID=13850  

Frammi í Gerði 1
FO-340 Kvívík

Tel.: +298 66 24 00
[email protected] 

Avgreiðslutíð:
Mánadag: 10-15
Hósdag: 13-15 

Borgarstjórin:
29 24 02

Kommunustjóri:
29 24 08

Arbeiðsformaðurin:
29 24 03

Bókhaldið:
29 24 04

Sløkkiliðsleiðarin:
29 24 05

Kommunulækni
í Vestmanna:
424003 

Kommunulækni við
Sjógv í Kollafirði:
302420

Bingjuplássið:
29 24 06

Skúlin:
66 24 20

Dagstovnurin:
66 24 10

Líkvognur:
77 01 67