Lýsing eftir arbeiðsmonnum

Søkt verður eftir tveimum arbeiðsmonnum til arbeiðstoymið í Kvívíkar kommunu skjótast til ber.

ARBEIÐIÐ FEVNIR UM
Arbeiðstoymið, tekur sær av vanligum viðlíkahaldsarbeiðum o.a. Í løtuni verður nógv arbeiðsorka brúkt uppá at leggja rør í sambandi við at kloakkin skal gerast í allari kommuni. 

FØRLEIKAKRØV

Ynskiligt er at tú hevur koyrikort til lastbil, kranaloyvi og dugur at arbeiða við gravimaskinu, tó er hetta ikki eitt krav.

 

Kommunan sóknast eftir fólki, sum eru álítandi og hava góð samstarvsevni. Tað er umráðandi, at tú ert arbeiðssamur, framsøkin og íðin og dugir væl at standa fyri teimum uppgávum, sum verða gjørdar saman við starvsfeløgunum.

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið er tímalønt fultíðarstarv og verður lønt sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag.

MEIR FÆST AT VITA
Um hetta hevur tín áhuga ber til at venda tær til Regin Djurhuus arbeiðsformannin á telefon 292403 fyri at fáa nærri upplýsingar.

UMSÓKN
Umsóknin skal sendast This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

FREIST
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 17. mai. 2017

Frammi í Gerði 1
FO-340 Kvívík

Tel.: +298 66 24 00
[email protected] 

Avgreiðslutíð:
Mánadag: 10-15
Hósdag: 13-15 

Borgarstjórin:
29 24 02

Kommunustjóri:
29 24 08

Arbeiðsformaðurin:
29 24 03

Bókhaldið:
29 24 04

Sløkkiliðsleiðarin:
29 24 05

Kommunulækni
í Vestmanna:
424003 

Kommunulækni við
Sjógv í Kollafirði:
302420

Bingjuplássið:
29 24 06

Skúlin:
66 24 20

Dagstovnurin:
66 24 10

Líkvognur:
77 01 67