Starv sum ergoterapeutur til Heimatænatuna hjá VEKS

Starv sum ergoterapeutur til Heimatænatuna hjá VEKS

Vit sóknast eftir einum ágrýtnum, jaligum og hugskotsríkum ergoterapeuti til Heimatænastuna í VEKS.
Starvsbrøkur er 0,8 og byrjunardagur eftir nærri avtalu.

Tilvísing
Starvið hevur tilvísing til leiðaran fyri Heimatænastuna í VEKS

Førleikakrøv
• Útbúgving og góðkenning sum ergoterapeutur.
• Áhuga fyri at dagføra fakliga førleikan innan terapeutiska øki.
• Góð samstarvs- og samskiftisevni.
• Vilja og evni at virka í einum tvørfakligum toymi.
• Evnir at arbeiða sjálvstøðugt.
• Hava lætt við at samskifta, bæði í bólki og við hvønn einstakan. • Virkisfýsni og áhuga í at menna terapeutiska virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum og uppbyggjandi samstarvi við leiðslu, starvsfólkahóp og einstaka borgaran.
• Telduførleika á brúkarastøði.
• Koyrikort til persónbil.

Arbeiðsuppgávur
• Skipa og útinna fyribyrgjandi venjingar, endurvenjingar v.m. bæði í bólkum og hjá tí einstaka borgaranum.
• Vera við til at menna strategisk, faklig og praktisk viðurskiftir innan tað terapeutiska økið.
• Samstarva við m.a. visitator innan terapeutiska partin í samband við visitering, heimavitjanir v.m.
• At stuðla undir, at eldri borgarar varðveita, menna ella endurvinna sínar virkisførleikar.
• Heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi venjingar og onnur átøk fyri eldri borgarar.
• Undirvísa og ráðgeva starvsfólkum, borgarum og avvarðandi.
• At kanna, greina og meta um virkisførleikar, og í mun til hetta, at seta neyðug átøk í verk.
• Innan terapeutiska øki vegleiða og undirvísa starvsfólkahópi og einstaka brúkaranum.
• Tryggja og menna gott samskifti og høgt kunningarstøðið, bæði til borgarar, starvsfólk og aðrar samstarvspartar.
Vit kunnu bjóða
• Góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar, har tú fært møguleika at seta tín dám á, og verða partur av framhaldandi menning av tilboðum og tænastum.
• Dugnaligar starvsfelagar
• Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS.

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/ Kommunala Arbeiðsgevarefelagið og Ergoterapeutfelagið.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (CV), viðmælum v.m. skal sendast til
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.
ella
Heimatænastan í VEKS Bakkavegur 59 350 Vestmanna
Freist Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 12. desembur.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til
Niels A. Joensen, tlf. 260552 ella teldupost This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.
_ _ _ _ _
Heimatænastan í VEKS er eitt kommunalt samstarv millum Vestmanna- Eiðis-,
Kvívíkar- og Sunda Kommunu. Nærri lýsing av virkseminum sæst á heimasíðu okkara www.veks.fo .

Frammi í Gerði 1
FO-340 Kvívík

Tel.: +298 66 24 00
[email protected] 

Avgreiðslutíð:
Mánadag: 10-15
Hósdag: 13-15 

Borgarstjórin:
29 24 02

Kommunustjóri:
29 24 08

Arbeiðsformaðurin:
29 24 03

Bókhaldið:
29 24 04

Sløkkiliðsleiðarin:
29 24 05

Kommunulækni
í Vestmanna:
424003 

Kommunulækni við
Sjógv í Kollafirði:
302420

Bingjuplássið:
29 24 06

Skúlin:
66 24 20

Dagstovnurin:
66 24 10

Líkvognur:
77 01 67