Kvívíkar kommuna søkir eftir arbeiðsformanni

Kundi tú hugsað tær eitt starv, har tú hevur stóra ávirkan á arbeiðið?
Talan er um leiðarastarv, har formaðurin hevur ábyrgd av einum arbeiðstoymið við 5 fólkum. Í starvinum hevur tú ábyrgd av vatnverkum, kloakk, vegakervinum, bátahylinum, lendingum, bygningum o.ø.
Sum heild eitt fjølbroytt starv, har hvør dagur hevur nýggjar og spennandi uppgávur.

Kvívíkar kommuna arbeiðir miðvíst við:
• At tú sleppur at mynda starvið.
• At tú følir, at tú brúkar tíni evni mest møguligt.
• At tú mennir tínar fakligu førleikar.
• At tú skalt tíma til arbeiðis og føla, at tú ert partur av eini størri heild.

Kvívíkar kommuna ynskir, at tú:
• ert útbúgvin handverkari ella byggitøkningur.

• hevur evni at leiða, leggja til rættis, seta í verk og fylgja upp.

• hevur hampuliga góðar telduførleikar ella ynskir at menna hesar.
• Hevur tú eftirútbúgving í viðkomandi fakum, stóra koyrikortið ella annað, sum viðkemur starvinum, er hetta sjálvandi ein fyrimunur.

Hvussu kanst tú fáa meira at vita:
Um starvið hevur tín áhuga, ert tú vælkomin at ringja til kommunustjóran, Rúna Gaardlykke, tlf. 292408, so tú kanst fáa gjøllari upplýsingar.
Starvið er fulltíðarstarv og verður sett skjótast til ber. Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum handverkarafeløgini/starvsmannafelagið og avvarðandi yrkisfelag.

Tú ert vælkomin at senda umsókn til:
Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, royndir og møguligum viðmælum skal vera This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. í hendi í seinasta lagi 19.01.2018

 

Frammi í Gerði 1
FO-340 Kvívík

Tel.: +298 66 24 00
[email protected] 

Avgreiðslutíð:
Mánadag: 10-15
Hósdag: 13-15 

Borgarstjórin:
29 24 02

Kommunustjóri:
29 24 08

Arbeiðsformaðurin:
29 24 03

Bókhaldið:
29 24 04

Sløkkiliðsleiðarin:
29 24 05

Kommunulækni
í Vestmanna:
424003 

Kommunulækni við
Sjógv í Kollafirði:
302420

Bingjuplássið:
29 24 06

Skúlin:
66 24 20

Dagstovnurin:
66 24 10

Líkvognur:
77 01 67