Í ár hevur Kvívíkar kommuna arbeitt við at skifta gøtuljósini á Skælingi og á Válinum til ledljós. Tað eru fleiri fyrimunur við, at skifta til ledljós. Sparingin í el nýtsluni er stórur, tí ledljósini brúka munandi minni orku enn upprunaligu ljósini. Nýggju ljósini lýsa eisini væl betur. Kommunan hevur valt at skifta øll ljósini í einum á Skælingi og Válinum, so gøtuljósini eru eins. Stórur fyrimunur er at skifta í einum øki samstundis, tí hetta krevur munandi minni viðlíkahald.

Arbeiðið við at skifta ljósini er partur av strategiini hjá Kvívíkar kommunu, har fokus er at blíva meira umhvørvisvinarligt.