Árligi felagsforeldrafundurin, ið skúlastýrið skipar fyri, verður í Kvívíkar skúla mikukvøldið 14. november 2018.

Kl. 19:00 verður byrjað við ársfrágreiðing hjá forkvinnuni í skúlastýrinum, Sunrit Niklasdóttir.

Kl. 19:20 Kaffi, the og kaka

Kl. 19:30 Hevur Katrin av Kák áhugaverdan fyrilestur um happing og trivnað. Katrin av Kák er námslektari á Fróðskaparsetri Føroya, har hon hevur arbeitt sera nógv við nýggjastu granskingini innan happing.

Fundurin er liðugur kl. 21:00.

Fundurin er almennur, og allir borgarir í Kvívíkar kommunu eru vælkomnir. Møtið fjølment!

Skúlastýrið í Kvívíkar skúla