(mynd Joen Jacob Andreasen)

Nú veturin er komin, og verðið versnar vil Kvívíkar kommuna heita á allar bátaeigarar, sum hava bátin liggjandi í bátahylinum á Válinum, um at kanna eftir, at báturin er væl bundin, og at allir endarnir eru strammir, so báturin ikki livir for nógv. Um ivamál eru kunnu tit altíð venda tykkum til kommununa.