Við heimild í § 12, stk. 1 og 2  í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, sí eisini § 2 í kap. IV í góðkendu almennu byggisamtyktini fyri Kvívíkar kommunu, samtykti bygdaráðið tann 27.11.2018 at ognartaka umleið 14.730 m2 av lendi frá Ognarhaganum til útstykkingina Framm í Gerði, og øll møgulig  leigurættindi ella møgulig onnur rættindi, tinglýst sum ótinglýst, ið máttu veri tengd at ognartiknu ognunum.

 

Talan er um lendi av ognunum matr.nr. 249, 276, 259, 253, 250, 247, 246b, 258, 248, 262, 246a, 277, 252a, 266, 275, 269, 271, ið Ognarhagin eigur sambært dómi, lýstur 28. februar 1989. Á kortinum sæst hvat økið talan er um

Rætt at kæra hevur tann, sum eigur ognartikna økið, ella tann, ið hevur rættindi til tað ognartikna. Kærufreistin er 6 vikur aftaná almenna kunngerð, um avgerð kommunustýrisins.

Kortið sær her