Søkt verður eftir avloysarum til summarið 2019 umframt starvsfólki til føst størv í VEKS.
Talan er um størv innan fylgjandi fakbólkar at seta skjótast gjørligt:
• Sjúkrarøktarfrøðingar
• Heilsurøktarar
• Heilsuhjálparar
• Køks- og vaskifólk


Starvsøkið
• VEKS Eystur (Sunda- og Eiðis Kommuna)
• VEKS Vestur (Vestmanna- og Kvívíkar Kommuna)
Arbeitt verður í skiftandi vaktum og í vikuskiftum.

Setanar- og lønarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála við avvarandi fakfelag hjá nevndu fakbólkum.
Upplýsingar
Nærri upplýsingar um starvsinnihald fáast við at venda sær til
Sundalagið/ Eiði Kirstin Jensen tlf. 793252
Vestmanna/ Kvívík Mia Pedersen tlf. 793231
Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av møguligum prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.
ella til
Heimatænastan í VEKS
Bakkavegur 59
FO-350 Vestmanna

Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 29. mai 2019.

Upplýsingar um virksemi okkara, er á heimasíðuni www.veks.fo