Av tí at lítið av ruskið liggur í flýtur, ætla vit at víðka um ruddingardagin, við eisini at gera ein fríðkanardag. Byrja verður í Kvívík í ár. Vit fara at gera eina gøtu, frá skúlanum niðan til landsvegin, har sum gamla “neytageilin” var. Ætlanin er at rudda í bygdini 1 tíma og restin verður brúkt uppá gøtuna.

 

Vónandi tekur bygdafólkið undir við hesum, við hesum fáa vit aðrar leiðir at ganga/renna túrar á.


• Byrjað verður við morgunmati klokkan 09.00 í Áarlon í Kvívík, skúlanum í Leynum og á Válinum.
• Bygdafólkið á Skælingi, á Stykkinum og í Leynum møta í skúlanum í Leynum.
• Bygdafólkið á Válinum møta í skúlanum á Válinum.
• Umleið kl. 12.00 møtast fólk aftur til suppu og eftir hetta verða plantupakkar útflýggjaðir til tey húski, ið hava luttikið.
• Øll húsarhald fáa ein posa við sniglagift.