Sambært løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um byggisamtykt og bygdaplan hevur Kvívíkar 

bygdaráð á fundi hin 29.04.2019 samtykt at broyta byggisamtyktina.

Broytingin fevnir um matr nr. 389b á Válinum. Broytingin er frá B: Bústaðarøki til J: Landbúnaður o.a. sambært korti.

Almenna byggisamtyktin saman við korti dagf. 25.03.2019 liggur frammi á kommunuskrivstovuni til almenna eftirskoðan í tíðarskeiðinum frá 07.06.2019
til 01.07.2019. 
Broytingin sæst eisini á www.kvivikar.kort.fo

Mótmæli móti uppskotinum, og broytingaruppskot mega verða send kommunustýrinum, áðrenn 6 vikur eru lidnir frá kunngerðardegnum.