Hesi størv eru leys at søkja:
• Heilsurøktari, brøk 0,8 til Dagdvøljuna í Vestmanna
• Heilsurøktari, brøk 0,8 til Heimið á Grønanesi og útiøkið Vestmanna/Kvívík
• Hjálparfólk, brøk 0,8 til Dagdvøljuna í Vestmanna
• Sjúkrarøktarfrøðingur, brøk 0,8 til Heimið á Grønanesi og útiøkið Vestmanna/Kvívík
• Reingerðarfólk, brøk 0,5 til Heimið á Grønanesi í Vestmanna
• Heilsurøktari, brøk 0,7 til Korndalsbýlið og útiøkið Eystur
• Heilsurøktari (farloyvisstarv), brøk 0,7 til Korndalsbýlið og útiøkið Eystur
• Heilsuhjálpari, brøk 0,7 til Korndalsbýlið og útiøkið Eystur


Byrjunardagur
01.08.2019 ella eftir nærri avtalu.

Førleikar
Vit sóknast eftir fólki sum m.a. hava:

• Viðkomandi útbúgving og góðkenning
• Jaligan hugburð til virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum samstarvi við leiðarar, fakbólkar, starvsfólkahóp og einstaka borgaran.
• Telduførleika á brúkarastøði.
• Koyrikort til persónbil.

Vit kunnu bjóða

• Fjølbroytt størv
• Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi
• Skipaða innleiðslu

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS, við útgangsstøði frá støðunum, sum nevnd eru omanfyri.
Arbeitt verður í skiftandi vaktum og í vikuskiftum.

Størvini verða sett sambært sáttmála hjá avvarðandi fakfelag.

Umsókir
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (CV), viðmælum v.m. skal sendast til This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. ella til: Heimastænastan í VEKS, Bakkavegur 59, 350 Vestmanna.


Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 17. juli 2019.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til:
• Miu Pedersen, leiðara fyri VEKS Vestur, á telefon 793231.
• Helfrid Kruse Poulsen, deildarleiðara á Korndalsbýlinum, á telefon 793259.
Upplýsingar um VEKS og virksemi okkara, eru á heimasíðuni www.veks.fo