Bygdaráðið í Kvívíkar kommunu samtykti á fundi 24. juni 2019 uppskot um at broyta byggisamtyktina fyri matr. nr. 55a í Kvívík (Leynar). 

 

Uppskotið til broytingina snýr seg um at broyta byggisamtyktina frá landbúnaður o.a. til frítíðarøki. Sambært korti dagfest 27.05.2019

Tilfar, sum lýsir broytingina, liggur frammi á kvivikar.kort.fo og á Kommunuskrivstovuni í Kvívík í tíðarskeiðinum frá 03.07.2019 til 25.07.2019. Mótmæli og broytingaruppskot skulu vera kommununi í hendi seinast 6 vikur eftir kunngerðardegnum. Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast til Kvívíkar kommunu skrivliga til This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.