Nú turkur hevur verið í nógvar dagar, er vatntrot í Leynum. Ógvuliga lítið vatn er í ánni og tískil rennur lítið vatn í brunnin. Til tess at tálma vatnnýtsluni og fyri at tryggja nøktandi nøgd av vatni, verður tí skrúvað fyri vatninum í Leynum frá kl. 23.30 til kl. 05.30.