IRF ber nýggjar posar út í september

Í viku 38 verða nýggj rull við gráum posum borin út til øll húsarhald í limakommununum hjá IRF.

 

Tvær ferðir árliga verða 28 gráir posar bornir út til hvørt húsarhald. Hetta strekkir til, at IRF heintar ein posa um vikuna, umframt at hvørt húski hevur tveir eykaposar til hvørt hálvár.

Tá ið 6 fólk ella fleiri eru í húskinum, hevur tú rætt til fleiri posar, og fært tú teir við at boða kommununi frá. Síðani boðar kommunan IRF frá, sum skrásetir tykkum sum stórt húskið. Les meira her.

Manglar tær posar, áðrenn nýggir verða bornir út, eru ov nógvir posar nýttir.

Innsavnararnir hjá IRF taka bert gráu og hvítu posarnar frá IRF og ikki aðrar svartar ella gráar posar.

Hvítu posarnir hjá IRF skulu bert nýtast til reint papp og pappír. Er annað burturkast í, verða teir ikki tiknir. Hvat kann eg lata í hvíta posan?

Yvirlit yvir handlar, ið selja gráar IRF-posar, sæst niðast á síðuni her.