Asfalt á arbeiðið, sum er grivið á Stykkinum.

Arbeiðstoymið hjá Kvívíkar kommunu hevur arbeitt við at fáa kloakkina á Stykkinum gjørda lidna. Arbeiðið bleiv munandi meira umfatandi enn upprunaliga mett. Tí gomlu rørini høvdu fingið skaða, og tískil varð neyðugt at skifta hesi eisini. Hetta hevur havt tað fylgju, at partar av vegnum á Stykkinum er í ringum standi, tí teir eru ikki asfalteraðir aftur. Avbjóðingin hjá asfalt fyritøkunum er, at trupulleikar hava verið við at fingið asfalt. Tískil hava fleiri arbeiði bíða heldur leingi, tó tykist hetta at koma í rættlag nú. Tískil vónar kommunan at arbeiðið við at fáa vegirnar í rættlag á Stykkinum verður gjørt inna rímiliga tíð.