Søkt verður eftir farloyvisavloysarum og vikuskiftisavloysarum í hesum starvsbólkum:

• Sjúkrarøktarfrøðingar
• Heilsurøktarar
• Heilsuhjálparar

Arbeiðsstaður

• Korndalsbýlið á Eiði
• Røktarheimið á Mørkini í Streymnesi
• Heimið á Grønanesi í Vestmanna
• Heimatænastan Eystur
• Heimatænastan Vestur

 

Starvsbrøkur
Eftir avtalu

Byrjunardagur 

Skjótast gjørligt.

Førleikar
Vit sóknast eftir fólki sum m.a. hava:

• Viðkomandi útbúgving og góðkenning
• Jaligan hugburð til virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum samstarvi við leiðarar, fakbólkar, starvsfólkahóp og einstaka borgaran.
• Telduførleika á brúkarastøði.
• Koyrikort til persónbil.

Vit kunnu bjóða

• Fjølbroytt størv
• Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi
• Skipaða innleiðslu

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS, við útgangsstøði frá støðunum, sum nevnd eru omanfyri.
Arbeitt verður í skiftandi vaktum og í vikuskiftum.

Størvini verða sett sambært sáttmála hjá avvarðandi fakfelag.


Umsókir
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (CV), viðmælum v.m. skal sendast til This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. ella til: Heimastænastan í VEKS, Bakkavegur 59, 350 Vestmanna.


Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 15. oktobur 2019 kl. 12:00.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til:
• Helfrid Kruse Poulsen, deildarleiðara á Korndalsbýlinum, telefon 793259
• Magnu Hammer, deildarleiðara á Mørkini, telefon 793252
• Jonu Dam, deildarleiðara á Mørkini, telefon 793253
• Signu Andreasen, deildarleiðara á Grønanesi, telefon 793232
• Fíu Pedersen, deildarleiðara á Grønanesi, telefon 793231
Upplýsingar um VEKS og virksemi okkara, eru á heimasíðuni www.veks.fo