Barnaverndartænastan VEKS

Kvívíkar, Vestmanna, Eiðis, og Sunda kommunur samstarva um barnaverndartænastu sambært galdandi lóg sum barnavernd.

Samband
Telefon                  667271
Vakttelefonin         297200
Teldupostadressa This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Barnaverndarumsiting og barnaverndarnevnd

Barnaverndartænastan í VEKS er sett saman av tveimum pørtum: Barnaverndarumsiting og barnaverndarnevnd. Barnaverndarumsitingin húsast í hølunum hjá Sunda kommunu á Oyrarbakkavegi 3 á Oyrarbakka. Barnaverndarnevndin er mannað við fólki úr teimum samstarvandi kommununum.

Endamálið við arbeiðinum

Arbeiðið við barnavernd skal tryggja, at børn, sum liva undir við viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan í rættari tíð, og at hjálpa teimum við at fáa ein tryggan uppvøkstur. Miðað verður eftir, at munagóð fyribyrgjandi tiltøk kunnu setast í verk í samstarvi við foreldrini, so trupulleikarnir verða rættaðir, áðrenn teir gerast tyngjandi í gerandisdegnum.
Barnaverndartænasturnar kring landið arbeiða í tøttum samstarvi við Barnaverndarstovu Føroya, ið hevur ein samskipandi og ráðgevandi leiklut.

Barnaverndarnevndin:

  • Jóna Borgarlíð, nevndarlimur        (Vestmanna kommuna)
  • Joan Vang, nevndarlimur              (Vestmanna kommuna)
  • Lau Jensen, nevndarlimur            (Eiðis kommuna)
  • Marsanna Eikhólm, nevndarlimur (Sunda kommuna)
  • Siri Joensen, nevndarlimur           (Kvívíkar kommuna)

 


 

 

Frammi í Gerði 1
FO-340 Kvívík

Tel.: +298 662400
[email protected] 

Avgreiðslutíð:
Mánadag: 10-15
Hósdag:    13-15