VEKS

VEKS umsitur eldrarøkt og heimatænastu

Eftir at eldraøkið frá 1. januar 2015 við lóg er lagt út til kommunurnar at umsita og reka, hava tær fýra samstarvandi kommunurnar – Vestmanna, Eiðis, Kvívíkar og Sunda kommunur – stovnað samstarvið VEKS, ið vegna kommunurnar nú umsitur alla eldrarøkt og heimatænstu í hesum økjum. Tænasturnar hjá VEKS fevna um:

  • Umlætting og bústað á røktarheimi/sambýli
  • Heimahjálp
  • Heimasjúkrarøkt
  • Venjingar / ergo- og fysioterapi
  • Matútbering
  • Fyrbyrgjandi heimavitjan til 75 ár og eldri.

Arbeitt verður við framhaldandi menning av tænastum.

Les meira um VEKS á veks.fo

Frammi í Gerði 1
FO-340 Kvívík

Tel.: +298 662400
[email protected] 

Avgreiðslutíð:
Mánadag: 10-15
Hósdag:    13-15