Vegleiðing í sambandi við jarðarferð í Kvívíkar kommunu


Fráboðan
Avvarðandi skulu seta seg í samband við arbeiðisformannin á telefon 292401 fyri at biðja um pláss í kirkjugarðinum og tíð til jarðarferð.


Líkflutningur
Kvívíkar kommuna hevur avtalu við Seinastu heilsan um líkflutning. Avvarandi skulu ringja á telefon 513070 fyri at avtala tíð. Heimasíðan hjá Seinasta heilsan er www.sh.fo

Kunning
Avvarðandi fáa sjálv til vega kistu og líkverju fyri egnan kostnað. Sjúkrarøktarfrøðingar hjálpa at gera líkið klárt og leggja í kistu.

Tá andlát er staðfest av lækna uttan fyri sjúkrahús, skal deyðaváttan latast kirkjubókarførandi sóknarrprestinum í prestagjaldinum. Prestur vegleiðir víðari um, hvussu farast skal fram.

Er andlátið á sjúkrahúsi, skal avvarðandi venda sær til sjúklingaskrivstovuna, sum vegleiðir um viðkomandi mannagongd.

Er jarðarferðin úr kirkju, skulu avvarðandi venda sær til prest og avtala tíð fyri jarðarferðini.

Sama mannagongd er galdandi, tá jarðarferðin er úr øðrum samkomuhúsi enn kirkju.