Barnaverndartænastan VEKS

Postrúm 10
Oyrabakkavegur 3
400 Oyrabakki

Telefon: +298 667271
Vakttelefon: +298 297200

 

Barnaverndarumsiting:

Beinta Johannesen Mørkøre, leiðari
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Heidi McGavin sosialráðgevi
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Barnaverndarnevndin:

  • Jóna Borgarlíð, nevndarlimur (Vestmanna kommuna)
  • Joan Vang, nevndarlimur (Vestmanna kommuna)
  • Lau Jensen, nevndarlimur (Eiðis kommuna)
  • Marsanna Eikhólm, nevndarlimur (Sunda kommuna)
  • Siri Joensen, nevndarlimur (Kvívíkar kommuna)

 


 

Barnaverndarlógin "Løgtingslóð nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd, sum seinast er broytt við løgtingslóg nr. 104 frá 24 oktober 2012" er at finna á Logir.fo

 

Endamálið

Endamálið við barnaverndarlógini er at tryggja, at børn, sum liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan í rættari tíð, og at hjálpa teimum við at fáa ein tryggan uppvøkstur. Lógin fevnir um børn og ung í aldrinum frá 0 til fylla 23. árið. Somuleiðis fevnir lógin um ófødda barnið.
Fráboðast skal eisini um kvinnu, ið er við barn, tá ið mett verður, at tørvur er á stuðli sambært lógini, t.d. vegna rúsevnismisnýtslu, sosialum ella sálarligum ávum.
Myndugleikarnir skulu leggja dent á at finna loysnir, sum eru best fyri barnið.
Lógin er galdandi fyri børn, ið eru stødd í Føroyum.

Barnaverndartænastan hevur ábyrgd av, eftir fráboðan ella av sínum eintingum, at gáa eftir børnum í kommununi, sum liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, og av at seta fyriskipanir í verk, sum á besta hátt kunnu loysa trupulleikarnar.

Barnaverndartænastan skal veita barninum tryggleika á tann hátt, at barnið kann venda sær til barnaverndartænastuna við sínum trupulleikum, uttan at hetta verður fráboðað foreldrum ella verja.

Barnaverndartænastan skal í størstan mun stremba eftir at fáa samstarv í lag við tann ella tey, ið hava foreldramyndugleikan, um at seta fyribyrgjandi fyriskipanir í verk. Um tað ikki verður mett at vera ráðiligt at halda áfram við fyribyrgjandi fyriskipanum í samstarvi við foreldrini, skal barnaverndartænastan taka stig til, at aðrar fyriskipanir uttan samtykki frá tí ella teimum, ið hava foreldramyndugleikan, verða settar í verk.

Barnaverndartænastan skal skipa fyri tvørfakligum samstarvi ímillum teir fakbólkar, sum starvast við børnum í barnaverndarøkjunum, undir hesum sosialráðgevarar, heilsusystrar, læknar, lærarar, sálarfrøðingar og námsfrøðingar.

Fráboðanarskyldan

Tann, ið fær kunnleika til, at foreldur ella annar uppalari vanrøkir, meinslar ella misnýtir eitt barn, ella at barnið á annan hátt livir undir viðurskiftum, ið kunnu skaða tess sálarligu ella likamligu heilsu ella menning, hevur skyldu til at boða avvarðandi barnaverndartænastu frá hesum. Fráboðarin kann vera ónavngivin.

Barnaverndartænastan skal sum skjótast, og seinast innan eina viku, ganga ígjøgnum innkomnar fráboðanir og meta um, hvørt kanningar skulu setast í verk.

Barnaverndartænastan skal boða fráboðara, hvørt fráboðanin er móttikin.

Fakfólk eru ØLL, sum í starvi sínum hava við børn at gera. Tað eru lærarar, námsfrøðingar, heilsufrøðingar, sjúkrarøktarfrøðingar, tannlæknar, læknar, sálarfrøðingar, fysioterapeutar, ergoterapeutar, sosialráðgevar, dagstovnaleiðarar, dagrøktarar og prestar. Hugtakið fakfólk fevnir eisini um onnur, ið hava við børn at gera í teirra starvi, t.d. privat, ið veita sosiala tænastu ella ráðgeving í atferðartrupulleikum, uppaling og umstøðum hjá børnum.

Starvsfólk, sum í starvi sínum hava við børn at gera og sum í hesum sambandi fáa kunnleika til viðurskifti ella hava orsøk til at halda, at viðurskifti eru, sum krevja, at komið verður uppí eftir hesi lóg, hava skyldu til navngivin at boða barnaverndartænastuni frá hesum. Fráboðanarskyldan sambært hesum stykki verður sett fram um ásetingarnar í øðrum lógum um tagnarskyldu í viðkomandi yrkjum. 

Øll hini: Tann, ið fær kunnleika til, at foreldur ella annar uppalari vanrøkir, meinslar ella misnýtir eitt barn, ella at barnið á annan hátt livir undir viðurskiftum, ið kunnu skaða tess sálarligu ella likamligu heilsu ella menning, hevur skyldu til at boða avvarðandi barnaverndartænastu frá hesum. Fráboðarin kann vera ónavngivin. 

Øll, sum í starvi sínum hava við børn at gera og sum í hesum sambandi fáa kunnleika til viðurskifti, sum krevja, at komið verður uppí eftir hesi lóg, hava skyldu til navngivin at boða barnaverndartænastuni frá hesum. Fráboðanarskyldan sambært hesum stykki verður sett fram um ásetingarnar í øðrum lógum um tagnarskyldu í viðkomandi yrkjum. 

 

Revsing

Tann, sum verður varugur við, men ikki boðar barnaverndartænastu frá, at foreldur ella annar uppalari misrøkir, meinslar, misnýtir ella aðramáta fer so við barni, at stórur vandi er fyri tess sálarligu ella likamligu heilsu ella búning, verður revsaður við bót ella hefti upp til tríggjar mánaðir.

Tann, sum forðar fyri, at fyriskipan ella kanning eftir hesi lóg verður sett í verk ella útint, ikki gevur upplýsingar ella gevur viðkomandi barnaverndartænastu, Høvuðsbarnaverndarnevndini ella almennum myndugleika rangar ella villeiðandi upplýsingar um viðurskifti, sum lógin umrøðir, verður revsaður við bót og, um talan er um grovt brot, við hefti í upp til tríggjar mánaðir.

Tann, sum fer soleiðis við egnum barni, fosturbarni ella barni, sum honum er latið upp í hendur sambært hesi lóg, at stórur vandi er fyri tess sálarligu ella likamligu heilsu ella búning, verður revsaður eftir § 213 í revsilógini.

Frammi í Gerði 1
FO-340 Kvívík

Tel.: +298 66 24 00
[email protected] 

Avgreiðslutíð:


Mánadag: 10-15
Hósdag: 13-15 

Borgarstjórin:
29 24 02

Kommunu skrivari/Leiðari:
29 24 08

Arbeiðsformaðurin:

29 24 03

Bókhaldið:
29 24 04

Sløkkiliðsleiðarin:

29 24 05

Kommunulækni í Vestmanna

424003 

Kommunulækni við Sjógv í Kollafirði

302420

Bingjuplássið:

29 24 06

Skúlin:

66 24 20

Dagstovnurin:
66 24 10

Líkvognur:
77 01 67