Dagstovnurin Áarlon

Frammi í Forna
tel. 66 24 10
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

 

Vøggustovan Summardáin

tel. 29 24 13

Starvsfólk:

  • Magnina Jacobsen, námsfr. ábyrgd
  • Guðny Jacobsen, hjálparfólk
  • Solveig Müller
  • Doris í Dali

 

Vøggustovan Sóljan

tel. 29 24 14

Starvsfólk:

  • Jóna Jacobsen, námsfr. ábyrgd
  • Sonja Ziska, hjálparfólk
  • Monika Karstinsdóttir, hjálparfólk

 

Barnagarðurin Smæran

tel. 29 24 15

Starvsfólk:

  • Rannvá Dam, námsfr. ábyrgd
  • Sólbrit Jacobsen, hjálparfólk

 

Barnagarðurin Blákollan

tel. 29 24 16

Starvsfólk:

  • Kirstin Jacobsen, námsfr ábyrdg
  • Olivia Davidesn, hjálparfólk

 

Barnagarðurin/skúlabólkurin Baldursbrá

tel. 29 24 18

Starvsfólk:

  • Anita Andeassen, hjálparfólk 
  • Jan Faulkner Mouritsen, hjálparfólk

 

Frítíðarstovan Túgvublóman

tel. 29 24 17

Starvsfólk:

  • Sigrun Ørvarodd, námsfrøðislesandi

 

Nøkur børn, ið búgva á Válinum, eru sum nú er, á stovni í Vestmanna.

 Barnaansingin er ókeypis.

Stovnurin varð tikin í nýtslu 16. august 2010.

Umsóknarbløð eru at fáa á Dagstovninum ella á kommunuskrivstovuni.

 


 

Reglugerð fyri Dagstovnin í Kvívík

§1 Kommununalur stovnur

1. stk.

Dagstovnurin í Kvívík er kommunalur stovnur, ið er góðkendur við heimild í lógtingslóg um dagstovnar og dagrøkt nr. 67 frá 10. mai 2000. Stovnurin er skyldugur til at vera undir almennum eftirliti og fylgja teimum umsitingerligu fyriskipanum, ið eru ásettar sambært somu lóg.

2. stk.
Stovnurin er fyri børn í aldrinum uml. 6. mðr til 9 ár.

§2 Endamál hjá stovninum

1. stk.

Endamálið hjá stovninum er yrkadagar við umsorgan, í tryggum og barnavinarligum umhvørvi, at menna og menta børnini á fullgóðan hát og í samvinnu við foreldrini at geva børnunum eina kristna og siðalagsliga uppaling samb. dagstovnalógini § 2.

2. stk.

Janvstillað við 1. stk. er endamálið hjá stovninum at samskipa tiltøk fyri børn, sum av fysiskum, sálarligum og/ella sosialum orsøkum hava tørv fyri meiri stuðli enn tí, sum heimið megnar at geva.

 

§3 Foreldraráð

1. stk.

Á stovninum skal veljast eitt foreldraráð. Ráðið skal arbeiða fyri, at bøta og styrkja um samstarvið ímillum foreldrini, stovnin og kommununa.

2. stk.

Leiðarin tekur stig til, at eitt ráð verður valt. Í ráðnum skulu vera 5 limir, sum verða valdir fyri 2 ár ísenn. Fyri hvøn lim verður ein varalimur.

3. stk.

Ráðið skal vera umboða av foreldrum/verjum, sum hava børn á stovninum.

4. stk.

Kommunustýrið ger viðtøkur fyri virksemi ráðsins.

5. stk.

Leiðarin skal møta á árliga foreldrafundinum.

 

§4 Setunarviðurskifti og uppgávubýti

1. stk.

Til tess at røkja dagligu leiðslu stovnsins, setir kommunustýrið ein leiðara við námsfrøðiligari útbúgving.

Kommunustýrið setir, eftir tilmæli frá leiðara og Trivnaðarnevnd fólk í starv.

Eisini loysir kommunustýrið fólk úr starvi eftir tilmæli frá leiðara og Trivnaðarnevnd.

Størvini skulu lýsast leys alment.

Fólk, ið verða sett í starv eftir hesi reglugerð, verða lønt sambært sáttmála millum kommununala Argeiðsgevarafelag Føroya og avvarndi yrkisfelag.

2. stk.

Stovnurin hevur opið yrkadagar. Børn hava ikki loyvi at verða á stovninum meira enn 9 tímar um dagin.

Stovnurin verður stongdur 4 vikur um summari, tó soleiðis, at um onkur hevur serstakan tørv fyri ansing, ber til at gera avtalu um tað við leiðaran innan 1. mai. Barnið skal vera í feriu minst 4 vikur.

Stovnurin er stongdur millum jól og nýggjár.

3. stk.

Leiðarin hevur ábyrdina av námsfrøðiligu leiðslu stovnsins og stendur fyri dagliga rakstrinum í samstarvi við kommununa.

4. stk.

Kommunustýrið ger upptøkutreytiur, sum skulu góðkennast av landstýrismanninum sambært § 4, 2. stk. í løgtingslóg nr. 67 frá 10. mai 2000 um dagstovnar og dagrøkt.

5. stk.

Leiðarin hevur ábyrdina av, at foreldragjaldið verður kravt, og førir leiðarin í samstarvi við annað starvsfólk hjáverubók, har tað hvønn dag verður sagt frá, hvørji børn eru komin.

6. stk.

Leiðarin førir høvuðsbók við upplýsingum um tey børn, ið eru á stovninum, navn teirra og aldur, foreldur/verja og hvussu leingi tey vóru á stovninum, og um orsøkina til, at tey fóru av stovninum.

7. stk.

Leiðarin skipar fyri arbieðsætlanum, frítíðarætlanum, sjúkraseðlum o.s.f.

8. stk.

Leiðarin hevur ábyrdina av, at óregluligar avgerðir ikki verða tiknar á stovninum. Um kommunustýrið tekur avgerðir, ið eftir uppfatan leiðarans er í stríð við galdandi reglur so sum sáttmála og tílíkt, hevur leiðarin skyldu til, at boða kommunustýrinum frá hesum.

Um kommunustýrið ikki er samt við leiðaran hesum viðvíkjandi, kann avgerð kommunustýrisins kærast til mentamálaráðið.

 

§5 Fíggjarætlan

1. stk.

Tað áliggur leiðarinum, saman við kommunalu fyrisitingini, at gera uppskot til fíggjarætlan, sum verður løgd fyri kommunustýrið vil viðmerkingar og góðkenningar.

2. stk.

Er talan um størri útreiðslur, sum ikki eru innan fyri góðkenda fíggjarætlan, skulu útreiðslurnar ikki berast uttan góðkenning frá kommunustýrinum.

Keypt skal ikki vera, fyrr enn tilboð eru fingin til vega og løgd fyri kommunustýrið til støðutakan.

 

§6 Uppsagnargrund

Eru foreldur í eftirstøðu fyri foreldragjald, kann barnið sigast upp eftir “Kunngerð um gjaldsreglur fyri dagstovnar og dagrøkt” nr. 6 frá 25 januar 1995.

 

§7 Royking/rúsevni

Øll royking/rúsevni er bannað inni á stovninum og á økinum, sum hoyrir til stovnin, meðan stovnurin er opin.

 

§8

Kommunustýrið kann broyta hesa reglugerð.

 

 

Viðtøkur fyri foreldraráðið fyri børn 1 - 9 ár á Dagstovninum í Kvívík

Sambært løgtingslóg nr. 67 frá 10. mai 2000 um dagstovnar og dagrøkt

 

§1 Endamál

Endamál foreldraráðsins er at fremja áhugamál foreldrana í dagstovninum og frítíðarstovuni í Kvívík. Ráðið skal arbeiða jaliga fyri at styrkja um samstarvið millum heimið, stovnin og kommununa.

Foreldraráðið skal virka fyri trivnaðinum millum børn, foreldur, starvsfólk og stovnin.

 

§2 Foreldraráðslimir

Í ráðið kunnu veljast øll, sum hava børn á stovninum. Undantikin eru starvsfólk, sum hava børn á stovninum.

 

§3 Atkvøðurættur

Foreldur ella avvarandi hava eina atkvøðu hvør.

 

§4 Ráðið

Foreldraráðið er samansett av annaðhvørt trimum ella fimm limum, sum foreldrafundurin ger av. Limirnir verða valdir fyri 2 ár í senn. Limur kann verða afturvaldur.

Tveir ella tríggir limir verða valdir líkatals ár og ein ella tveir limir verða valdir ólíkatals ár.

Ráðið verður valt við vanligum atkvøðumeirluta millum møttu foreldrini ella avvarandi. Fyri hvønn ráðslim verður valdur ein varalimur. Bæði kynini skulu verða umboða.

Fer barni hjá ráðslimi úr stovninum, tekur varalimurin sæti í ráðnum.

Ráðið skipar seg sjálvt við formanni, næstformanni og skrivara.

Skrivarin skrivar fundarfrásøgn, sum verður undirskriva av ráðslimunum við fundarlok ella á fyrstkomandi ráðsfundi.

Gerðabókin er ogn kommununar.

 

§5 Fundir

Foreldraráðið kemur saman minst einaferð um ársfjørðingin. Fastir fundardagar verða avtalaðir á fyrsta fundi hvørt árið. Fundardagarnir verða skrivaðir í gerðabókina. Eisini verða teir hongdir í uppslagstalvurnar á stovninum.

Umboð fyri foreldraráðið, trivnaðarnevndina og leiðarin hava minst ein fund við felags áhugamálum á einum av teimum føstu fundunum.

 

§6 Foreldrafundur

Foreldrafundurin er hægsti mynduleiki í øllum viðurskiftum ráðsins.

Foreldrafundur verður hildin á heysti einaferð um árið við hesi dagsskrá:

  • Frásøgn frá leiðarinum um farna árið
  • Frásøgn frá foreldraráðnuim
  • Val av limum og varalimum í foreldraráðið
  • Viðgerð av innkomnum málum
  • Ymiskt

Uppskot, sum skulu viðgerast á foreldrafundi, skulu skrivliga vera ráðsformanninum í hendi sienast 14 dagar fyri fundin.

Foreldrafundurin er iðtøkuførur, tá minst helvtin av barnatalinum er umboða.

Foreldrafundu verður annars hildin, tá helvtin av ráðslimunum, leiðarin, minst 5 av foreldrunum ella kommunan ynskja tað.

 

§7 Samsýning

Samsýning verður latin limum, samb. gerðabók, upp til 3 tímar. Samsýningin er ásett sambært kunngerð til kommunustýrislimir, fyri í mesta lagi 1 fund um ársfjórðingin.

 

§8 Ábyrd limanna

Hvør limur í ráðnum hevur tagnarskyldu um øll viðkomandi viðurskifti, sum hann/hon fær kunnleika um á ráðsfundi ella á  annan hátt. Tagnarskyldan er eisini galdandi, eftir at limur er farin úr ráðnum. Hvør ráðslimur skal undirskriva eina váttan um tagnarskyldu.

 

 

Upptøkutreytir fyri Dagstovnin í Kvívík

Dagstovnurin í Kvívík er fyri børn í aldrinum frá uml. 6 mðr. til 9 ár

Barnið og í minsta lagi annað av foreldrunum sum hava foreldramynduleika/verji, skulu vera skásett og búsitandi í kommununi fyri at fáa stovnspláss hjá Kvívíkar kommunu

Kommunan kann tó í serligum førum gera undantak frá punkt 2, t.d. har barnaverdartænastan hevur givið sítt tilmæli. Tá verður skrivlig avtala gjørd við avvarndi kommunu, har barnið er búsitandi.

Øll, sum søkja stovnspláss, fáa skrivligt svar frá stovnsleiðarinum/kommununi um móttøku av umsóknini og við upplýsingum um, nær tey kunna vænta stovnspláss.

Full stovnstíð er frá kl. 07.15 til kl. 17.00 tó í mesta lagi 9 tímar. Hálv stovnstíð er antin fyrrapart ella seinrapart. Fyrrapart skulu børnini heintast seinast kl 12.15, og seinrapart skulu børnini koma millum kl. 12.45 og 13.15.

Áðrenn barnið byrjar, skal upptøkuskjal útfyllast við upplýsingum um barnið og foreldur/verja.

Tá pláss er tøkt, skal fyrsta barnið á upptøkulistanum hava boð um stovnspláss.

Um foreldur ikki taka av stovnsplássinum, verður barnið ikki flutt afturum á upptøkulistanum, um tey framvegis ynskja stovnspláss.

Foreldur kunnu søkja leiðaran/samskiparan um, at barnið fær farloyvi frá stovnsplássinum í upp til eitt ár í senn við trygd fyri, at barnið fær stovnspláss aftur í kommununi, tá farloyvistíðin er úti. Treytin fyri farloyvi er, at barnið er burtur frá stovnsplássinum í minsta lagi 6 mánaðir. Í serligum førum kann víkjast frá regluni um í minsta lagi 6 mánaðar.

Børn við serligum tørvi koma fram um á upptøkulistanum í teimum førum, har barnaverdartænastan hevur givið eina nágreiniliga lýsing av støðuni hjá barninum. (Her verður hugsað um málsligar, sálarligar og sosialar trupuleikar).

Foreldur/verjar kunnu kæra avgerðir um upptøku til Trivnaðarnevndina í Kvívíkar kommunu.

Tá barnið verður tikið úr plássinum, skal skrivlig uppsøgn latast leiðarinum seinast ein mánaða áðrenn barnið gevst til tann 01. í einum mánaða.

Frammi í Gerði 1
FO-340 Kvívík

Tel.: +298 66 24 00
[email protected] 

Avgreiðslutíð:


Mánadag: 10-15
Hósdag: 13-15 

Borgarstjórin:
29 24 02

Kommunustjóri:
29 24 08

Arbeiðsformaðurin:

29 24 03

Bókhaldið:
29 24 04

Sløkkiliðsleiðarin:

29 24 05

Kommunulækni í Vestmanna

424003 

Kommunulækni við Sjógv í Kollafirði

302420

Bingjuplássið:

29 24 06

Skúlin:

66 24 20

Dagstovnurin:
66 24 10

Líkvognur:
77 01 67