Kommunustýrisskipan

Kommunustýrisskipan fyri Kvívíkar Kommunu

1. Kommunustýrið
1.1. Kommunustýrið hevur 7 limir, ið verða valdir eftir kommunalu vallógini.
1.2. Kommunustýrið ásetir nærri reglur um sína málsmannagongd í eini fundarskipan.
1.3. Kommunustýrið ásetir nærri reglur um starvsfólkaviðurskiftini í eini starvsfólkaskipan.
1.4. Kommunustýrið velur ein borgarstjóra í fulltíðarstarv og ein varaborgarstjóra.
1.5. Um borgarstjórin hevur forfall, røkir varaborgarstjórin borgarstjórastarvið. Varir fráveran meiri enn 2 mánaðir, skal kommunustýrið velja fyribils borgarstjóra við gildi, til fráveran heldur uppat.

2. Samsýningar

2.1. Borgarstjórin fær samsýning ájavnt við 31. lønarflokk sambært avtalu millum Fíggjarmálastýrið og Tænastumannafelag Landsins. Borgarstjórin fær ikki fundar- og aðrar samsýningar.
2.2. Borgarstjórin hevur eftirlønarskipan, sum er góðkend av kommunustýrinum og lýkur ásetingarnar í § 13 í kunngerð nr. 14/2006.
2.3. Varaborgarstjórin fær samsýning sum nevndarformaður í eini nevnd.
2.4. Kommustýrislimir fáa fasta samsýning fyri fundirnar sambært § 2, stk. 2 í kunngerð nr. 14/2006. :
Samsýningin fyri bygdarráðið er 12 ferðir kr. 1.040,- um árið.
• luttøku á kommunustýrisfundum
• luttøku á øðrum fundum í sambandi við útinnan av starvinum sum kommunalt valdir limir
• skeiðluttøku, sum kommunustýrið hevur góðkent
• annað virksemi eftir umbøn frá kommunustýrinum ella eini fastari nevnd
2.5. Nevndarlimir fáa fasta samsýning fyri fundirnar sambært § 2, stk. 2 í kunngerð nr. 14/2006
• Nevndirnar skulu samsýnast 12 ferðir kr. 520,- um árið.
• Um nevndir skulu umboða kommununa uttanfyri vanligar fundir, so skal bygdarráðsformaðurin ella bygdarráðið takast við upp á ráð.
2.6. Tiltakslimur fyri kommunustýrislim ella nevndarlim, fær samsýning eftir somu reglum, sum kommunustýrislimurin ella nevndarlimurin.
2.7. Nevndarformenn fáa dupulta samsýning

3. Borgarstjórin

3.1. Nærri reglur um virksemi borgarstjórans í sambandi við kommunustýrisfundir verða ásettar í fundarskipanini.
3.2. Borgarstjórin hevur dagligu leiðsluna av kommunalu fyrisitingini. Hetta er lýst í kapitull 4 í kommunustýrislógini, og eru uppgávur hansara m.a. hesar:
• hevur dagligu leiðsluna av kommunalu fyrisitingini
• býtir málini út til ymsu nevndirnar
• tekur sær av málum, sum ikki fara í nevnd
• gevur fundarboð
• fyrireikar kommunustýrisfundir
• kunnar kommunustýrislimir um hvørji mál eru innkomin og koma fyri á fundum
• leggur mál og málsupplýsingar fram við einum hóskandi tíðarskeiði, so at kommunustýrislimir kunnu gera sær sína egnu meting um málið
• boðar frá, hvørji mál eru beind í nevnd síðan seinasta fund
• ansar eftir, at mál, ið krevja kommunustýrisviðgerð, fáa tílíka viðgerð, og at neyðug ummæli verða fingin
• sær til, at málini verða avgreidd, og um neyðugt gera fyriskipan um hetta
• tekur avgerð í málum, ið ikki tola at bíða og har eingin orsøk er til iva
• ansar eftir, at farið verður fram eftir samtyktum kommunustýrisins
• ansar eftir, at allar útreiðslur og inntøkur hava neyðuga játtan
• ansar eftir, at allar samtyktir á kommunustýrisfundi verða førdar í gerðabók

4. Val av føstum nevndum og almennar ásetingar um virksemið teirra

4.1. Til at taka sær av teirri beinleiðis fyrisitingini av viðurskiftum kommununnar verða hesar føstu nevndir skipaðar:
• Fíggjarnevnd
• Teknisk nevnd
• Trivnaðarnevnd
4.2. Val av limum og tiltakslimum í fastar nevndir fer fram beint eftir, at borgarstjóri og varaborgarstjóri eru valdir.
4.3. Føstu nevndirnar hava allar 3 limir. Nevndirnar skipa seg sjálvar. Tó er borgarstjórin formaður í fíggjarnevndini.
4.4. Borgarstjórin kann kalla nevndarlimirnar í eini ella fleiri nevndum saman at tosa um felags áhugamál.
4.5. Nevndarformaðurin ansar eftir, at farið verður fram eftir nevndarsamtyktunum.
4.6. Nevndarformaðurin ansar eftir, at allar útreiðslur og inntøkur hava neyðuga játtan.
4.7. Nevndarlimur kann, áðrenn ein nevndaravgerð verður sett í verk, krevja, at málið verður lagt fyri kommunustýrið til avgerðar.
4.8. Viðvíkjandi fíggjarætlan og eykajáttanum gera føstu nevndirnar, gjøgnum fíggjarnevndina, tilmæli til kommunustýrið.
4.9. Nærri reglur um nevndararbeiðið hjá føstu nevndunum kunnu verða ásettar í fundarskipanini.
4.10. Kommunustýrið velur lim í tær nevndir, stjórnir og tílíkt, har kommunustýrið ella kommunan sambært øðrum fyriskipanum skal verða umboðað.
4.11. Kommunustýrið kann seta serstakar nevndir at taka sær av einstøkum málum ella at ráðgeva kommunustýrinum, fíggjarnevndini ella aðrari fastari nevnd. Kommunustýrið ásetir nærri reglur bæði um virksemi, virkisskeið og manning av serstøkum, ráðgevandi nevndum.

5. Fíggjarnevndin

5.1. Fíggjarnevndin er samskipari hjá øllum nevndum undir kommunustýrinum.
5.2. Fíggjarnevndin tekur sær av beinleiðis umsitingini av málum, ið viðvíkja kassa- og roknskaparverki og lønar- og starvsfólkaviðurskiftum kommununar.
5.3. Fíggjarnevndin hevur ábyrgd av:
• at gjørd verður ein bókhaldsførsluskipan, ið gjølla sýnir, hvussu kommunuognin verður umsitin
• at liðugur roknskapur við møguligum viðmerkingum verður grannskoðaður
• at viðgera og taka støðu til viðmerkingar frá grannskoðanini
• at leggja grannskoðaða roknskapin saman við grannskoðanarfrágreiðingini fyri kommunustýrið til góðkenningar
5.4. Fíggjarnevndin ger reglur fyri:
• trygging av kommunalum ognum
• hvussu borgarstjórin og umsitingin fer fram í starvsfólkamálum
• samskipan av keypi
5.5. Fíggjarnevndin hevur ábyrgd av at áseta hóskandi fyrisitingarligar mannagongdir,
• sum á nøktandi hátt tryggja, at kommunan hvørki tilætlað ella av ósketni verður fyri fíggjarligum missi og tryggjar at møguligir feilir verða funnir
• sum gera tað møguligt hjá nevndini leypandi at fremja sítt játtanareftirlit.
5.6. Fíggjarnevndin hevur eftirlit við,
• at inntøkurnar hjá kommununi koma inn rættstundis, og at møguligur útistandandi peningur verður innkravdur
• at fíggjarognirnar verða umsitnar forsvarliga og í samsvari við avgerðir hjá kommunustýrinum
• at ikki verður farið út um játtanirnar í fíggjarætlanini uttan at kommunustýrið hevur samtykt hetta
• at øll skjøl verða goymd á tryggan hátt
• lønar- og setanarviðurskiftinum fyri sjálvsognarstovnar, sum kommunan hevur avtalur við
5.7. Áðrenn mál viðvíkjandi fíggjarviðurskiftum og fyrisitingarligum viðurskiftum verða løgd fyri kommunustýrið, skal fíggjarnevndin geva sítt ummæli, har m.a. fíggjarligu avleiðingarnar verða umrøddar.
5.8. Fíggjarnevndin skal fyri 1. oktober leggja uppskot til fíggjarætlan fyri kommunustýrið. Við hvørja upphædd í uppskotinum skal vera viðmerkt:
• tann upphædd, ið verður skotin upp fyri komandi ár
• tann upphædd, ið er avsett fyri inniverandi ár
• staðfesta upphæddin fyri undanfarna ár
Viðmerkingar skulu vera við hvørja upphædd í fíggjarætlanini, sum siga undir hvørjum treytum upphæddin kann brúkast og hvør ið hevur ábyrgd av upphæddini.
5.9. Listi yvir virðisbrøv í ogn hjá kommununi er goymdur í bankaboks í P/F Føroya Banka.
5.10. Grannskoðarar hjá kommununi eru SPEKT statsaut. revisorar Sp/f.

6. Tekniska nevndin/ Havna- og umhvørvisnevnd

6.1. Tekniska nevndin tekur sær av tí beinleiðis umsitingini av teimum kommunalu uppgávunum á tí tekniska økinum og lendisøkinum, viðvíkjandi m.a.:
• býar- og byggisamtyktum
• byggi- og bústaðarviðurskiftum
• vatnveiting
• kloakkum
• el, herundir gøtuljós
• brunamálum sambært brunalóggávuni
• vegum og ferðslu
6.2. Í samstarvi við fíggjarnevndina, ger nevndin uppskot og tilmæli til kommunustýrið um:
• íløguætlanir fyri omanfyri nevndu øki innan 1. september
• gjøld fyri veitingarvirki
6.3. Nevndin tekur sær av rakstri og viðlíkahaldi av:
• kommunalum virkjum og veitingarvirkjum
• frárensluverkum
• kommunalum bygningum og anleggum, sum ikki hoyra undir aðra nevnd
6.4. Havna- og umhvørvisnevndin tekur sær av beinleiðis umsitingini av teimum kommunalu uppgávunum á havna- og umhvørvisliga økinum viðvíkjandi:
• havnum
• umhvørvisvernd, herundir agenda 21
• renovatión
• áum
• grindavág
• hegnsýni
• djórahaldi
• bilvrakum
• klagum um umhvørvið
6.5. Í samstarvi við fíggjarnevndina, ger nevndin uppskot og tilmæli til kommunustýrið um:
• íløguætlanir fyri omanfyri nevndu øki innan 1. september
• gjøld fyri veitingarvirki

7. Sosial- og trivnaðarnevndin

7.1. Sosial- og trivnaðarnevndin tekur sær av beinleiðis umsitingini av teimum kommunalu uppgávunum á undirvísingar- og mentanarliga økinum og almanna- og heilsuøkinum viðvíkjandi:
• fólkaskúlanum, frítíðar- og kvøldskúlanum
• frítíðartiltøkum fyri børn og ung
• barnaansing
• bókasavnsviðurskiftum
• savnsviðurskiftum
• musikskúlum og øðrum musiktiltøkum
• sjónleika- og biografviðurskiftum
• útláni og útleigan av hølum í kommunalum bygningum til feløg v.m.
• uppgávum viðvíkjandi kommunalum ansingar- og eldrastovnum
• sáttmálum, kommunan hevur við sjálvsognarstovnar og kommunalusamstørv á økinum hjá nevndini
• ferðslutrygd í samráð við teknisku nevnd
• matvørulógini
7.2. Í samstarvi við fíggjarnevndina, ger nevndin uppskot og tilmæli til kommunustýrið um:

• reglur fyri útlán og útleigu av hølum í kommunalum ognum og fyri stuðul til feløg v.m.
• raksturs- og viðlíkahaldsætlanir fyri bygningar á økinum hjá nevndini
• íløguætlanir á økinum hjá nevndini
• íløguætlanir skulu vera inni í seinasta lagi 1. sept.

8. Onnur viðurskifti

8.1. Kommunustýrislimur kann skrivliga heita á borgarstjóran um at fáa upplýsingar og tekniska hjálp í sambandi við fyrireiking til fundir.
8.2. Borgarstjórin ansar eftir at allir kommunustýrislimir fáa upplýsingarnar, sum eru útvegaðir
eftir 8.1.
8.3. Beinleiðis atgongd til skjalagoymsluna er avmarkað til borgarstjóran og skrivaran.

9. Í gildiskoma og broytingar í stýrisskipanini o.a.

9.1 Henda stýrisskipan fær gildi hin 10. / 5. 2010.
9.2. Uppskot til broytingar í hesi stýrisskipan og uppískoyti skulu verða viðgjørd á tveimum kommunustýrisfundum og skulu í minsta lagi vera 14 dagar ímillum hvønn fundin.
9.3. Samtykt á kommunustýrisfundum hin

11.januar 2010

12. apríl 2010
Endaliga góðkend 10 maj 2010
Kommunustýrislimirnir:
Dánjal Petur Müller ________________________
Anni Isaksen _________________________
Soffi Egholm _________________________
Unni Joensen _________________________
Martin Petersen _________________________
Magnus Svarthamar ________

Frammi í Gerði 1
FO-340 Kvívík

Tel.: +298 66 24 00
[email protected] 

Avgreiðslutíð:


Mánadag: 10-15
Hósdag: 13-15 

Borgarstjórin:
29 24 02

Kommunu skrivari/Leiðari:
29 24 08

Arbeiðsformaðurin:

29 24 03

Bókhaldið:
29 24 04

Sløkkiliðsleiðarin:

29 24 05

Kommunulækni í Vestmanna

424003 

Kommunulækni við Sjógv í Kollafirði

302420

Bingjuplássið:

29 24 06

Skúlin:

66 24 20

Dagstovnurin:
66 24 10

Líkvognur:
77 01 67