Átakið TRYGGARI Á NETINUM

SSP og Dátueftirlitið hava gjørt avtalu um at samstarva um trygd á
netinum í fólkaskúlunum í 2012.


Elektroniskir samskiftismiðlar eru vorðnir ein partur av gerandisdegnum
hjá børnum og ungum. Fartelefonin og internetið eru komin fyri at verða,
og tú kanst eins væl taka í hondina á barninum og leiða tað gjøgnum
vandarnar á netinum.

Evnið er elektroniskt samskifti hjá børnum, og endamálið er at læra tey at
ferðast tryggari á internetinum, læra tey at verja sínar upplysingar og sítt
privatlív og annars, hvar markið er fyri, hvat er loyvt og ikki loyvt at gera á
netinum.

Úrslitið av samstarvinum er, at 4. flokkar kring landið í januar og fram til
7. februar 2012 arbeiða við evninum TRYGGARI Á NETINUM.
Átakið, ið bæði vendir sær til børn og foreldur, er upptakt til trygga
internetdagin 7. februar 2012, ið Dátueftirlitið skipar fyri.

Eisini verður skipað fyri kapping, har flokkarnir kappast um at gera 5 góð
ráð um góðar vanar ella gott vinarlag á netinum. Ráðini kunnu venda sær
til børn, foreldur ella onnur og skulu snúgva seg um, hvussu ein kann
ferðast tryggari á netinum. Vinnandi flokkurin sleppur at bowla í 1 tíma við
tilhoyrandi matskrá á lokala bowling staðnum.

Undirvísingartilfarið, ið nýtt verður, er bóklingurin „TAÐ ER TÍN
AVGERÐ 2“ og „SAMSPÆLIГ.

SSP er samstarv millum skúla, sosialar myndugleikar og politi





Kunning:

Skrivstovan:

Upplatingartíðir:

Mánadag 10:00 - 15:00
Hósdag 13:00 - 15:00

Samband:

Kvívíkar kommuna
Víkarvegur 4
FO-340 Kvívík

Tel.:  +298 772 400
Fax:   +298 772 401

kvivik@kvivik.fo


Onnur telefonnr.:
Borgarstjórin 772 402
Arbeiðsformaðurin 772 403
Bókhaldið 772 404
Sløkkiliðsleiðarin 772 405
Bingjuplássið 772 406
Skrivarin 

Skúlin
772 408

772 420
Dagstovnurin 772 412
Líkvognur 770 167