Føroyskur dansur fyri børn og vaksin í Glæmuni
Norðstreymoyar Dansifelag skipar fyri barnadansi í Glæmuni fríggjakvøldið tann 19. november klokkan 20.00 til 21.00.
Foreldur og onnur, ið hava hug at dansa saman við børnum eru hjartaliga vælkomin eisini.
Ætlanin er fyrst og fremst at kvøða tað, sum børnini duga. Sum dømi kann nevnast:
Øskudólgur og sópingarkona
- Sigmundskvæði
- Veturin kom við kulda og kava
- Burtur á heiði
- Kall og svein ungi
Klokkan 21.00 verður dansur fyri vaksin




