HC Kvívík
Sum flestum kunnugt, er nýtt hondbóltsfelag stovnað í Kvívík. Felagið varð stovnað tann 01.09.2010.
Formaður felagsins, Mortan Hust Petersen upplýsir, at hesa stuttu tíð, síðan felagið er stovnað, er nógv hent.
Til fyrstu venjing møttu 3 mans til venjing, aðru ferð møttu 9 og til seinastu venjing møttu 22 mans til venjing.
Bæði ungir, gamlir, royndir og óroyndir spælarar eru við á liðnum.
Fyrsti dystur felagsins, varð leiktur hósdagin 23/9 móti 1. deild hjá KÍF. Hetta var ein venjingardystur, og spælt var í høllini í Kollafirði. Úrslitið bleiv 34-31 til HC Kvívík, so ikki kann sigast annað, enn at tað var ein góð byrjan fyri felagið.
Tey, ið hava ynski um, at melda seg til, ella á annan hátt stuðla felagnum, kunnu venda sær til:
Morten Hust Petersen
Tlfnr: 421436
Mobil: 280258
Mail: hc.kvivik@gmail.com






