Gamlaárskvøld varð Ívar Iversen í Kvívíkar kirkju heiðraður fyri drúgva og trúgva tænastu sum urguspælari.
Bispur handaði honum "Dronningens Fortjenstmedalje i sølv".
Sum 13 ára gamal byrjaði Ívar so smátt at hjálpa til, og síðani hevur hann spælt urgu í Kvívíkar kirkju, Kaldbaks kirkju, Vesturkirkjuni, á Lágargarði og á Hvíldarheiminum.
Eisini fekk hann, í sambandi við, at hann hevði 80 ára føðingardag herfyri, handaðan ein málning frá kirkjuráðnum í Kvívík.
Skótarnir í Kvívík vóru við til gudstænastuna, og var hetta ein sera hátíðarlig løta.








