Umhvørvisstovan, ið er matrikulmyndugleiki, avgjørdi 3. okt. 2006 við marknasetingarmálið, hvar markið millum bygdirnar Vestmanna og Kvívík er inni á Fjørð, og – nú uppfylt er – eisini út á fjørðin.
Vestmanna kommuna kærdi hesa avgerð hjá matrikulmyndugleikanum, við páhaldi um, at markið var skeivt, og at matrikulmyndugleikin einki hevur at gera úti á sjónum.

Føroya Rættur staðfesti í dómi 11. mai 2009 avgerðina hjá Umhvørvisstovuni.

Eisini henda avgerð varð kærd, men í morgun staðfesti so Eystri Landsrættur dómin í Føroya Rætti og Umhvørvisstovan fær fult viðhald.

Rætturin staðfestir, at Umhvørvistovan skal gera og halda fullfíggjaða skráseting av øllum eigindómum í landinum innan- og uttangarðs við lutum og lunnindum.

Rætturin staðfestir víðari, at markatalsmarkið er týðandi lutur í skrásetingin, og at tað tí er í lagi, at marknasetingarmál er framt til tess at staðfesta hetta. Og rætturin heldur onga orsøk vera til at halda, at settu markini ikki eru sakliga grundaði.

Meira um dómin her





Kunning:

Skrivstovan:

Upplatingartíðir:

Mánadag 10:00 - 15:00
Hósdag 13:00 - 15:00

Samband:

Kvívíkar kommuna
Víkarvegur 4
FO-340 Kvívík

Tel.:  +298 772 400
Fax:   +298 772 401

kvivik@kvivik.fo


Onnur telefonnr.:
Borgarstjórin 772 402
Arbeiðsformaðurin 772 403
Bókhaldið 772 404
Sløkkiliðsleiðarin 772 405
Bingjuplássið 772 406
Skrivarin 

Skúlin
772 408

772 420
Dagstovnurin 772 412
Líkvognur 770 167