Sáttmáli um skúlasamstarv og samstarvsavtala
Tann 13.08. skivaðu Dánjal Petur Müller, borgarstjóri í Kvívíkar Kommunu og Karl A. Olsen, borgarstjóri í Vestmanna Kommunu undir samstarvsavtalu um gravstaðir, dagtilhaldið og ungdómshúsið "Staðið" í Vestmanna.
Eisini varð sáttmáli um skúlasamstarv millum Vestmanna og Kvívíkar Kommunu undirskrivaður, og er hesin galdandi frá 01.08.2010 til 31.07.2013.




