Bygdarráðið í Kvívík samtykti á fundi mánakvøldið 21.02.2011 at taka undir við semjuni, sum borgarstjórarnir hava undirskrivað tann 04.02.2011. Semjan snýr seg í stuttum um, at sakarmálið um bátahylin á Válinum
verður tikið aftur. Bygdarráðið í Vestmanna tók eisini undir við uppskotinum á bygdaráðsfundi týskvøldið 22.02.2011.
Á sama fundi varð eisini samtykt, ikki at fara í Hægsta rætt við sakarmálinum um markatalsmarkið.
Bygdarráðssamtyktirnar um semjuna, verða nú sendar sakførarunum, sum síðani boða Føroya Rætti frá, at kommunurnar eru samdar um at taka sakarmálið aftur.




