Okkara kommuna fevnir um bygdirnar Skæling, Leynar, Stykkið, Kvívík og Válin. Endamálið við hesi síðu er at geva borgarum og vitjandi kunnandi tilfar um virksemi og møguleikar í okkara kommunu.
05. Jan 2011
Kvívíkar Kommuna fekk 18.575.209 kr. inn í kommunuskatti í 2010. Hetta eru 657.987 kr. fleiri enn í 2009, tá komu inn kr. 17.917.222. Munurin er 3,67%. Í 2009 var munurin -0,62% í mun til 2008. Væntaða inntøkan í fíggjarætlanini 2011 er 18,5 mil. ...
15. Des 2010
Hóskvøldið 16.12.10 kl. 17.00 skipar skúlin fyri hugnaløtu í kirkjuni. Øll eru vælkomin ...
22. Nov 2010
Sunnudagin 28. november, verður jólatræið tendrað klokkan 15.30 á Kirkjusandinum.Sungnir verða jólasangir og spælir Ari Johanneson harmoniku. Theodor Eli Dam Olsen, prestur, heldur røðu.Aftan á verður farið í Glæmuna, har kommunan saman við KFUM-skótunum bjóðar kaffi og køkur. KFUM-skótarnir selja lutaseðlar, greiða frá skótaarbeiðnum og...
15. Nov 2010
Hesi fittu børnini vóru á vitjan á kommunuskrivstovuni í síðstu viku. Her eru tey avmyndaði saman við Dánjal Petur Müller, borgarstjóra.Nøvn teirra eru ( frá vinstru ): Jensia Tórarinsdóttir á Rípuni, Ansa M. Heinadóttir og Askur Durhuus. ...
08. Nov 2010
Skráin: Dagur ...
08. Nov 2010
Norðstreymoyar Dansifelag skipar fyri barnadansi í Glæmuni fríggjakvøldið tann 19. november klokkan 20.00 til 21.00. Foreldur og onnur, ið hava hug at dansa saman við børnum eru hjartaliga vælkomin eisini. Ætlanin er fyrst og fremst at kvøða tað, sum...
18. Okt 2010
Treytað av nóg góðari luttøku kann kvøldskúlin bjóða: Hornarbeiði: vikuskiftir Rasmus Nygaard ...
14. Okt 2010
Fríggjadagin 26. sept. fóru fleiri ungir Vestmenningar og Kvívíkingar eftir veðrum, ið sleptir vóru í Góðmansskor í vár. Teir fingu 31 veðrar av 34 aftur, men vóru veðrarnir heldur slakari enn í fjør. Leygardagin 27. sept. varð farið í Seyðaskor. ...