Okkara kommuna fevnir um bygdirnar Skæling, Leynar, Stykkið, Kvívík og Válin. Endamálið við hesi síðu er at geva borgarum og vitjandi kunnandi tilfar um virksemi og møguleikar í okkara kommunu.
11. Okt 2010
Seyðasýning verður á Skælingi leygardagin tann 23. oktober. - Sýningin byrjar klokkan 09.00- Virðislønir og kaffi, stuðlað av MBM- Røst súpan verður at fáa í seyðahúsinum undir sýningini. Øll eru vælkomin Magnus Svarthamar ...
30. Sep 2010
Frá 16. august 2010 at rokna, verður systkinnaavsláttur latin av foreldragjaldinum til dagstovnin og frítíðarskúlan.Yngsta barnið rindar altíð fult gjald, og fyri fylgjandi børn verður latið 25% av gjaldinum. Heitt verður á foreldur um at broyta flytingina sum skjótast. Øll foreldur móttaka kontoavrit við møguligum...
30. Sep 2010
Sum flestum kunnugt, er nýtt hondbóltsfelag stovnað í Kvívík. Felagið varð stovnað tann 01.09.2010. Formaður felagsins, Mortan Hust Petersen upplýsir, at hesa stuttu tíð, síðan felagið er stovnað, er nógv hent.Til fyrstu venjing møttu 3 mans til venjing, aðru ferð møttu 9 og til seinastu...
19. Aug 2010
Sera nógv fólk høvdu leitað sær til móttøkuna á dagstovninum Áarlon í Kvívík. ...
18. Aug 2010
Í sambandi við, at móttøka var á nýggja dagstovninum tann 31.07, varð úrslitið av navnakappingini kunngjørt. 19 uppskot komu inn, og var tað Gurðið Holm, ið vann kappingina. Anni Isaksen, forkvinna í trivnaðarnevndini avdúkaði navnið á dagstovninum. Tað var ein samd nevnd, ið millum...
18. Aug 2010
Tann 13.08. skivaðu Dánjal Petur Müller, borgarstjóri í Kvívíkar Kommunu og Karl A. Olsen, borgarstjóri í Vestmanna Kommunu undir samstarvsavtalu um gravstaðir, dagtilhaldið og ungdómshúsið "Staðið" í Vestmanna. Eisini varð sáttmáli um skúlasamstarv millum Vestmanna og Kvívíkar Kommunu undirskrivaður, og er hesin galdandi frá ...
05. Aug 2010
Tann 05.08. áðrenn klokkan 08.00 var fráboðan um grind út fyri Gjáarbotn, og varð grindin rikin inn á Leynasand. Drápið gekk sera væl. Grindin varð býtt í drápspartar á 0,8 skinn hvør. ...
16. Jul 2010
Leygardagin 31-07 verður móttøka hildin á nýggja dagstovninum, øll eru hjartaliga vælkomin Skráin fyri móttøkuna, er hendan kl. 17.00 - 18.00 Strúkarar spæla kl. 18.00 ...