Kvívíkar kommuna gjørt sáttmála um skúlabusskoyring við Henge Isaksen
Frá mánadegnum 4. november verður nýggj skúlabussleið í Kvívíkar kommunu. Bussurin kemur at koyra børnini til og frá skúla í Kvívík og Vestmanna. Koyringin, sum hevur verið frammanundan hevur ført við sær, at næmingarnir úr framhaldsdeildini í Vestmanna hava havt langa bíðitíð. Tískil hevur Kvívíkar kommuna bjóðið út busskoyringina, so kommunan kann bjóða eina betur tænastu.

 

 

Henge Isaksen, sum er búsitandi í Kvívík, hevði lægsta tilboðið, og kommunan hevur tískil gjørt 7 ára langa avtalu um skúlabusskoyring við hann. Henge Isaksen hevur drúgvar royndir við busskoyring. Ferðaætlanin fyri skúlabusskoyring verður løgd á heimasíðuna hjá kommununi.