Í løtuni skal vatnið í Kvívík kókast, tí vatnið møguliga kann verða skitið.

Seinasta árið hevur kommunan av og á kunnað um, at vatnið í Kvívík skal kókast, og kemst hetta serliga av, at arbeitt hevur verið við at betra um vatnmongdina og vatngóðskuna. Byrgingin til vatnið er hækka og rúmar nú fýra ferðir so nógv vatn sum áðrenn. Hetta ger at borgararnir fáa reinsað vatn, tá ið turkur er, og kommunan kann í størru mín fyribyrgja, at neyðugt er at spara uppá vatnið. Fleiri dagføringar eru gjørdar á reinsiverkinum, so hetta virkar betur og kann veita støðugt reint vatn.


Nógva arbeiðið, sum er gjørt við nýggja kirkjugarðinum og nýggju útstykkingini Frammi í Gerði, hevur eisini givið avbjóðingar við drekkivatninum. Tí vegirnir eru ikki gjørdir til tungu ferðsluna, sum er í dag, og tískil brotna nøkur av gomlu vatnrørunum, sum ikki tolað trýstið.


Kommunan arbeiðir nú vit at leggja síðstu hond á dagføringarnar, og verður vatnið reint ein av komandi døgunum. Kommunan kunnar nærri um hetta á heimasíðuni og facebook vanganum.
Kommunan vónar at nógvu ábøturnar, sum eru gjørdar á vatnleiðingina og reinsiverkið fara at viðføra, at vatnmongdir og góðskan verður munandi betur.