Av tí at leki er á høvuðsleiðingini í Leynum er einki vatn í niðaravegi í Leynum (Leynarvegi). Arbeitt verður við at fáa hetta í rættlag, tó væntar kommuna ikki, at viðurskiftini eru í rættlag fyrr enn í morgin. Borgarar á Ovaravegi fáa vatni aftur um eina løtu. Kommunan harmast um støðuna.