Tilbúgving
Settur er ein tilbúgvingarbólkur at skipað virksemi á teimum 3 heimunum, umframt úti í Heimahjálpini og í Heimasjúkrarøktini.
Vaktarbólkar
Arbeitt verður við at skipa vaktirnar inni á heimunum og úti í Heimahjálpini og Heimasjúkrarøktini soleiðis, at somu starvsfólk í mesta mun arbeiða saman, og passa somu borgarar. Málið er, at amvarka smittuvandan ímillum starvsfólkabólkar sínamillum, og búfólk sínamillum so nógv sum tilber.
Avvarðandi
Arbeitt verður við at kanna, í hvønn mun avvarðandi kunnu átaka sær uppgávur, sum ídag verða veittar av heimahjálpini. Hettar fyri at avmarka tal av vitjanum heima hjá einstaka borgaranum, og harvið avmarka smittuvandan.
Vitjanir
Vit seta forboð fyri vitjanum til borgarar á Korndalsbýlinum, Mørkini og á Grønanesi. Serstøður skulu avtalast við ávikavist Helfrid Poulsen, Korndalsbýlið, Jonu Dam, Mørkin og Miu Pedersen, Grønanes.
Fyribyrgjandi venjingar
Fyribyrgjandi venjingarnar á Eiði, Streymnesi, Kvívík og í Vestmanna verða avlýstar fyribils. Nærri fráboðan kemur, tá venjingarnar verða tiknar uppaftur.
Áheitan
Tað verður inniliga heitt á starvsfólk, avvarandi og borgarar annars, um at vera sera umhugsin í samband við tað dagliga atferðar- og ferðamynstri viðvíkjandi okkara eldru borgarum soleiðis, at vit øll – í tann mun tað liggur í okkara makt – ikki gerast smittukeldur, men kunnu varveita virkisførleikan, og harvið kunnu verða um okkara eldru borgarar, bæði inni á heimunum, og heima hjá tí einstaka borgaranum.
Lat okkum í felag Samskifta, Samstarva og Samskipa, soleiðis at vit standa saman um at halda frástøðu í tann mun tað letur seg gera, fyri at forða fyri útbreiðslu av corona smittuni.

Heimatænastan í VEKS