Søkt verður eftir frítíðaravloysarum í tíðarskeiðnum 1. juni til 31. august 2020
Talan er um størv innan fylgjandi fakbólkar:
• Sjúkrarøktarfrøðingar
• Heilsurøktarar
• Heilsuhjálparar
• Køks- og vaskifólk
Starvsøkið
• VEKS Eystur (Sunda- og Eiðis Kommuna)
• VEKS Vestur (Vestmanna- og Kvívíkar Kommuna)
Arbeitt verður í skiftandi vaktum og í vikuskiftum.

 

Setanar- og lønarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarandi fakfelag hjá nevndu fakbólkum.
Upplýsingar
Nærri upplýsingar um starvsinnihald fáast við at venda sær til
Sundalagið Jona Dam tlf. 793253
Eiði Helfrid Kruse Poulsen tlf. 793259
Vestmanna/Kvívík Mia Pedersen tlf. 793231
Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.
ella til
Heimatænastan í VEKS
Bakkavegur 59
FO-350 Vestmanna

Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 15. mai, kl. 12.00

Upplýsingar um virksemi okkara, er á heimasíðuni www.veks.fo