Kunning frá NET
Góðu kvívíkingar,
Ein spennandi tíð stendur fyri framman, tí í næstum fara vit í holt við at leggja fipurkaðlar inn til hvørt húsarhald í Kvívík í sambandi við stóru verkætlanina at leggja fipurnet kring alt landið.
Arbeiðið krevur, at veitir verða gravaðar og fresaðar í vegir, tún og onnur øki í bygdini, og hetta hevur við sær, at vit hava tørv á leiðbeining og góðari hjálp, tá ið tykkara matrikkul eigur tørn.
Fipur er ein nútímans tøkni, sum gevur ógvuliga skjótt og álítandi internetsamband gjøgnum ljósleiðarafiprar, ið eru til støddar sum eitt menniskjahár. Sjálvur fipurkaðalin er nakrar fáar millimetrar í tvørmáti og liggur vardur í eini sterkari plastikkrørleiðing, sum er átta millimetrar í tvørmáti og verður løgd inn til hvørt húsarhald.
Fipurnet fer at kollvelta internettøknina, ið vit kenna til á verandi koparneti, tí tøknin letur upp fyri, at telefeløgini kunnu bjóða ferðir heilt upp til 1000 Mbit og meira.
Fyribils hava býarpartar í Havn og bygdirnar Kolbeinagjógv og Morskranes fingið fipurnet, og hetta merkir sostatt, at Kvívík er millum tey fyrstu í Føroyum at fáa nýggju tøknina.
Um tit hava spurningar, eru tit vælkomin at ringja tel. 303600 ella senda ein teldupost til This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it..
Vinaliga,
NET