Lýsing eftir leiðara fyri kvøldskúlan í Kvívík
Kvøldskúlin í Kvívík er í skúlanum í Kvívík og eru vanliga umleið 8 skeið árliga.
Uppgávurnar hjá leiðaranum fyri kvøldskúlan eru millum annað
Rakstrarábyrgdina av kvøldskúlanum.
Skipa skeið, finna lærarar og leggja árið til rættis.
Hava framsýning árliga.
Ráðgeva kommunalu umsitingini í viðkomandi spurningum innan arbeiðsøkið.
Gera uppskot til fíggjarætlan.
Førleikar
Hevur útbúgving sum lærari ella líknandi.
Hevur telduførleika á grundstøði.


Um eingin umsøkjari við nøktandi fakligum førleika søkir, kann annar umsøkjari verða settur í starvið.
Setanar- og lønarviðurskifti
Talan er um parttíðarstarv, sum verður sett 1. juli 2020 ella eftir nærri avtalu. Árliga liggur lønin á áleið 15.000 -20.000 kr., og er hetta tengt av, hvussu nógv skeið/tímar eru.
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Rúna Gaardlykke, kommunustjóra, á telefon 292408.
Umsókn
Umsókn saman við viðmælum, og upplýsingum um útbúgving og royndum skulu verða Kvívíkar Kommunu, This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. í hendi í seinasta lagi 24. juni. 2010. Merk umsóknina „Leiðari til kvøldskúlan“.