Kunngerð um broyting av byggisamtykt í Kvívíkar kommunu
Sambært løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um byggisamtykt og bygdaplan hevur Kvívíkar bygdaráð á fundi hin 11.05.2020 samtykt at broyta byggisamtyktina.
Broytingin fevnir um part av matr. nr. 4a Skælings bygd. Broytingin er frá J: Landbúnaður til B: Bústaðarøkið
Almenna byggisamtyktin saman við korti dagfest 11.05.2020 liggur frammi á kommunuskrivstovuni til almenna eftirskoðan í tíðarskeiðinum frá 20.06.2020 til 14.07.2020. Broytingin sæst eisini á www.kvivikar.kort.fo
Mótmæli móti uppskotinum, og broytingaruppskot mega verða send bygdaráðnum, áðrenn 6 vikur eru lidnir frá kunngerðardegnum.
Kvívíkar kommuna