Lýsing eftir tilbúgvingarleiðara/sløkkiliðsleiðara til Kvívíkar kommunu
Kvívíkar kommuna søkir eftir leiðara til sløkkiliðið í Kvívíkar kommunu.
Arbeiðsuppgávur
Uppgávurnar hjá sløkkiliðsleiðaranum eru sera fjølbroyttar. Nakrar av teimum eru:
Rakstrar- og átaksábyrgdina av kommunalu tilbúgvingini.
Vera til reiðar til útkall og at gera vaktaravtalu við avloysara.
Umsita tilkalliskipanina hjá sløkkiliðsmanningini.
Skipa fyri venjingum við sløkkiliðsmanningini í minsta lagi 10 ferðir um árið
Skipa fyri útbúgving av sløkkiliðsmanningini
Hava eftirlit og umsjón við útgerðini
Ráðgeva kommunalu umsitingini í viðkomandi spurningum innan arbeiðsøkið
Luttaka í brandsýni av bygningum.
Gera uppskot til fíggjarætlan fyri tilbúgvingina
Vera við í arbeiðinum at gera eina váðameting og tilbúgvingarætlan
Førleikar
· hevur viðkomandi útbúgving
· hevur víðkað fyrstuhjálparprógv
· hevur heilsuváttan fyri sløkkiliðsfólk
· hevur nøktandi revsiváttan
· hevur telduførleika á grundstøði
· hevur førleikabræv til akfar yvir 3500 kg.


Krav er ikki um umrøddu prógv og til ber at útvega sær umrøddu prógv gjøgnum arbeiðið.
Setanar- og lønarviðurskifti
Talan er um parttíðarstarv, sum verður sett 1. august 2020 ella eftir nærri avtalu. Lønin er ein viðbót á kr. 3500 um mánaðin umframt tímaløn fyri tilkall o.a..
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Hera Müller, borgarstjóra, á telefon 292402.

Umsókn
Umsókn saman við viðmælum, og upplýsingum um útbúgving og royndir skulu vera Kvívíkar Kommunu, This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. í hendi í seinasta lagi 26. juni 2020. Merk umsóknina „Leiðari til sløkkiliðið“.