Kvívíkar kommuna søkir eftir skrivstovufólki at byrja 1. november ella skjótast til ber. Talan er um eitt fjølbroytt og spennandi starv, har viðkomandi kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við umsiting, bygdaráð og borgarstjóra.

 

Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum
• Umsita journalskipanina 360
• Umsita stempulskipan Totalview
• Umsita Lásaskipan
• Umframt aðrar fyrifallandi skrivstovuuppgávur


Førleikakrøv
Tú hevur skrivstovuútbúgving.
Tú hevur góðar telduførleikar og gott hegni at seta teg inn í nýggjar telduskipanir.
Tú hevur áhuga í og førleika til málsviðgerð.
Tú hevur góðar málsligar førleikar í føroyskum, donskum.
Tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt – og samstundis at arbeiða í tøttum samstarvi við onnur starvsfólk.
Tú ert fleksibul, tí arbeiðs- trýstið er ymiskt, og partar av arbeiðnum koma at liggja uttanfyri vanliga arbeiðstíð.
Tú dugir væl at lurta og vera jaligur og siðiligur.
Tú ert væl skipað/-ur, hevur evni at hava fleiri bóltar í luftini í senn og letur teg ikki streingja av hesum. Samstundis ert tú fleksibul og før-/ur fyri at tillaga teg, um umstøður ella uppgávur broytast.
Tú hevur góðar sosialar førleikar og jaligan hugburð.
Tú hevur kunnleika til og helst royndir innan kommunala umsiting.

SETANARVIÐURSKIFTI
Løn verður ásett sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og starvsmannafelagið.
Arbeiðstíðin er 39 tímar um vikuna. Í arbeiðstíðini kann roknast við fundarluttøku, sum liggur uttanfyri vanliga arbeiðstíð.

Umsóknir við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum, skulu sendast til: This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. í seinasta lagi 25. oktober 2020. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Hera Müller, borgarstjóra, á telefon 292402.