Stórur fólkavøkstur hevur verið í Kvívíkar kommunu í 2020. Fyrsta januar í ár búðu 597 fólk og í dag búgva 630 fólk í kommununi, sum so eisini er tað hægsta nakrantíð. Hægsta skrásetingin áðrenn var í august 2006, tá tað vóru 618 fólk skrásett. Kommunan væntar, at fólkatalið fer at økjast munandi komandi árini.
Í 2020 var nýggja útstykkingin Frammi í Gerði í Kvívík liðug og eru har 18 grundøki, sum øll eru seld. Í løtu verður eisini arbeitt við tveimum nýggjum útstykkingum ein í Kvívík við 6 grundøkjum og ein í Leynum við 7 grundøkjum, eisini øll hesi grundøkini eru seld. Kommunan metir at ókeypis dagstovnapláss hevur jaliga týdning fyri, hví fólk ynskja at seta búgv í kommununi.