Kvívíkar kommununa hevur miðvíst arbeitt við at betra um drekkivatnsgóðskuna í kommununi. Í Leynum er byrgingin hækka, og nýggj rist gjørd í tøkubrunninum. Broytingarnar eru gjørdar so, at kavi ikki skal tippa rørið til reinsiverkið. Hækkanin av tøkubrunninum vil økja um vantmongdina, og hevur hetta serliga týdning, tá ið turkur er um summari. Tað er arbeiðstoymið hjá kommununi, ið hevur gjørt arbeiðið.