Sunnudagin 6. desember er 2. sunnudagur í advent og gudstænasta við Henning Bøgesvang er kl. 12:00.

Aftaná gudstænastuna verður farið norður á kirkjugarðin, har tann nýggjari parturin av kirkjugarðinum verður vígdur.
Minnismerkið, sum stendur í nýggja kirkjugarðinum, sum Føroya Grótvirkið í Skopun hevur gjørt, verður eisini avdúkað.
Henning Bøgesvang og Maria Jørðdal Niclasen prestar, luttaka.

Ver vælkomin :)