Hesi størv eru leys at søkja til:

  • Heimið á Grønanesi í Vestmanna, sum eisini fevnir um útiøkið í Vestmanna- og Kvívíkar Kommunu.
  • Røktarheimið á Mørkini í Streymnesi, sum eisini fevnir um útiøkið á Streymoynni við Sundalagið.
  • Korndalsbýlið á Eiði, sum eisini fevnir um útiøkið á Eysturoynni við Sundalagið og við Gjógv.

 

Fast starv

  • Sjúkrarøktarfrøðingur til Heimið á Grønanesi, brøk 0,7 - at byrja skjótast til ber

 

Tíðaravmarkað størv

  • Heilsurøktari til Heimið á Grønanesi, brøk 0,8 – í tíðarskeiðnum 01.05.2021 til 31.08.2021
  • Heilsurøktari til Røktarheimið á Mørkini, brøk 0,7 – í tíðarskeiðnum 01.05.2021 til 31.08.2021
  • Sjúkrarøktarfrøðingur til Korndalsbýlið, brøk 0,7 – í tíðarskeiðnum 01.05.2021 til 30.09.2021

 

Førleikar/krøv

Vit sóknast eftir fólki sum m.a. hava

  • jaligan hugburð til virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum samstarvi við leiðarar, fakbólkar, starvsfólkahóp og einstaka borgaran
  • viðkomandi útbúgving og góðkenning og áhuga fyri at menna eldraøkið
  • telduførleika á brúkarastøði
  • koyrikort til persónbil

 

Tað er ein fyrimunur um umsøkjararnir hava áhuga fyri

  • persónssentreraðari røkt
  • palliativari viðgerð og røkt
  • ADL

 

Vit kunnu bjóða

  • fjølbroytt størv
  • jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi
  • skipaða innleiðslu

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS, við útgangsstøði frá støðunum, sum nevnd eru omanfyri.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum.

Størvini verða sett sambært sáttmála hjá avvarðandi fakfelag.

 

Umsóknir

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (CV), viðmælum v.m. skal sendast til This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. ella til: Heimatænastan í VEKS, Bakkavegur 59, 350 Vestmanna.

 

Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 22. apríl 2021, kl. 12:00.

 

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til

  • Miu Pedersen, leiðara á Heiminum á Grønanesi, á telefon 793231
  • Anniku Torbjarnardóttir, leiðara á Røktarheiminum á Mørkini, á telefon 793251
  • Helfrid Kruse Poulsen, leiðara á Korndalsbýlinum, á telefon 793259

 

Upplýsingar um VEKS og virksemi okkara, eru á heimasíðuni veks.fo