Starvið sum bókavørður á Kvívíkar Bókasavni verður hervið lýst leyst at seta 1. september 2021.
Starvið
Tú kemur í starvinum at hava leiðsluna av Bókasavninum, har tú kemur at arbeiða við øllum vanligum bókavarðararbeiði, í tøttum samstarvi við trivnaðarnevndina í Kvívíkar kommunu. Vit vænta eisini av tær, at tú skapar lív í bókasavnið við ymiskum tiltøkum, ið fevna breitt og tiltala øll.
Førleikakrøv
Til starvið krevst útbúgving sum bókavørður, men um so verður, at eingin umsøkjari er til starvið við hesi útbúgving, so kann annar umsøkjari verða settur í starvið.
Vit bjóða tær
Eitt spennandi og sjálvstøðugt starv, har tú fært møguleika at menna bókasavnið og mentanarlívið í kommununi.
Setanartreytir
Starvið er parttíðarstarv, talan er umleið 3 tímar um vikuna, og verður lønt sambært sáttmála millum KAF og Starvsfelagið.
Hevur tú áhuga
So ert tú vælkomin at senda skrivliga umsókn, saman við prógvum og møguligum CV og viðmælum til Kvívíkar kommunu, Frammi í Gerði 1, 340 Kvívík og skal henda verða Kvívíkar kommunu í hendi í seinasta lagi 1. august. 2021.
Nærri upplýsingar
Fáast við at venda sær til Marjun Danielsen, forkvinnu í trivnarðarnevndini. tel. 223356, ella til Hans Jóhann Sørensen, borgarstjóra, tel. 292402.
Kvívíkar kommuna skilar sær rætt til at velja ímillum innkomnar umsóknir, ella onga at taka.