Í sambandi við vitjanina hjá hennara hátign Magrethu drotning vil eg vegna Kvívíkar kommunu takka øllum, sum hava verið við til at fáa vitjanina lagda til rættis.

Takk Dánjal Joensen og Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús fyri tykkara framløgur fyri drotningini. Takk fyri Ole Jacob Nielsen fyri handan og frásøgn av sera vøkru gávuni. Eisini eina stóra tøkk til kvinnurnar, sum serveraðu kaffi og annað gott fyri okkum øllum aftan á vitjanina.

Somuleiðis vil eg takka starvsfólkunum hjá Kvívíkar kommunu, sum hava syrgt fyri, at alt varð klárt til hesa fínu vitjan. Síðst, men ikki minst, vil eg fegin takka øllum borgarum og øðrum fyri at hava verið og heilsað drotningini á vitjanini í Kvívík.

 

Heilsan

Hans Jóhann Sørensen, borgarstjóri